Triði sigurin á útivølli

B36 hevur staðið seg væl á heimavølli, og B36 hevur staðið seg minni væl á útivølli. Tað vísa úrslitini. Á heimavølli hava teir vunnið sjey ferðir, fýra ferðir hevur verið javnt, og enn hevur B36 ikki tapt í Gundadali.

Ellivu stig eru frá fjórða plássinum hjá B36 og fram til toppplássið hjá EB/Streymi. Munurin hevði havt verið væl minni, um tað hevði havt eydnast B36 at vinna størri úrtøku á útivølli, enn teir higartil hava gjørt. Tíggu ferðir hevur B36 spælt á útivølli (eina ferð ímóti HB), og sigurin í gjár ímóti Víkingi var bara triðja ferðin, at tað hevur eydnast at vunnið á útivølli. Hinir sigrarnir hava verið á Sandi og á Toftum.

Í seks teimum síðstu umførunum skal B36 spæla tríggjar ferðir á útivølli: í Gundadali ímóti HB, í Streymnesi og í Runavík. Tvær ferðir hevur B36 tapt í Klaksvík. Annan sunnudag fara klaksvíkingar at vitja í Gundadali.