Triði mánaður uppí slag við lønum yvir 720 milliónum

Árstíðarjavnaðu lønirnar í januar vórðu 721 milliónir krónur. Hetta er triði mánaði uppí slag , at lønirnar í Føroyum yvir 720 milliónir. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

 

Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum. Vøksturin er serliga stórur í fiski- og alivinnuni. Eftir eitt tíðarskeið í fjør við afturgongd, hevur vøksturin í lønum í vinnuni verið yvir 1% um mánaðin í lutfalsliga langa tíð. Seinastu sjey árini hevur vøksturin lønum í fiski- og alivinnuni verið yvir 60%.

 

Byggi- og tænastuvinnan hava eisini trivaligan vøkstur í lønum og hava havt tað seinastu árini eisini.

 

Meir kann lesast á heimasíðuni hjá Hagstovuni