Triði málverjin

Eftir at hava staðið í skugganum av Johan Danilsen og Jens Skipagøta trein Bárður Nielsen rættiliga á pallin leygardagin, tá hann í eitt korter at kalla stongdi málið fyri litavum

 

Landsdystir


Ein skuldi næstan hildið, at føroysku málverjarnir onkursvegna høvdu avtalað, at teir skuldu skiftast um at standa væl, soleiðis sum avriki teirra hava háttað seg. Fyrst átti Johan stóran heiður av dystunum móti Rumenia. Síðani tók Jens sær av sveisarunum, og endiliga slapp Bárður framat móti litavum, og avrik hansara stóð einki aftan fyri hinar.

Til hetta segði málverjin, at tað sum so bert ráddi um at taka møguleikan, tá hann beyðst.

- Sjálvandi vónar tú altíð at fáa kjansins, og tá hann so er har, so mást tú bara prógva, at tú ert á hædd við hinar, ella allar helst eitt sindur betri.


Bilsin

Eftir avrikini hjá kappingarneytunum var tað kanska eitt sindur óvæntað, at Bárður nú skuldi fáa møguleikan, og sjálvur var hann eisini eitt sindur bilsin um hetta.

- Eg var kanska eisini eitt sindur bilsin sjálvur. Eg var jú ikki við móti Sveis, og tá hinir stóðu seg somiki væl, so fingu teir kanska loyvi at halda fram. Palli valdi so at geva mær møguleikan, og frá tí at eg fekk boðini, hugsaði eg at kalla bert um at fyrireika meg so væl sum gjørligt.

- Tá eg so í seinna hálvleiki leygardagin fekk boðini um at eg skuldi inn, var bara at gera seg kláran. Eg hitaði upp í nakrar fáa minuttir, og eg kendi meg væl, tá eg fór á vøllin. Tá mann so eisini fær eina góða byrjan, so er ,mann við í dystinum, og so gongur tað bara..


Byrjanin nógv at siga

Týdningurin av, hvørja byrjan málverjin fær, kundi eisini síggjast, tá Bárður royndi seg móti rumenum. Hann ásannar eisini, at so er, men leggur tó dent á, talan ikki var um somu lið.

- Eftir mínari fatan vóru rumensku leikararnir teir, sum dugdu best at skjóta. Teir skutu at kalla ikki, fyrr enn vit høvdu valt síðu, og so vóru vit eisini seldir. Bæði sveisarar og litavar høvdu meira við at skjóta beint á. Kanska eisini orsakað av, at teir eru vanir við at málverjarnir koritni standa og bíða.

- Á meginlandinum er tað jú soleiðis, at allir málverjarnir fáa veruliga venjing, og tí spæla teir eisini at kalla eins. Vit eru hinvegin meira ella minni sjálvlærdir, og tí hava vit kanska ein annan spælistíl, oig hartil okkara egna stíl hvør sær. Fáa vit ta røttu byrjanina, so kann tað eisini ørkymla teir, men er byrjanin hinvegin ikki góð, so gerst einki hjá okkum, sigur Bárður at enda.