Triði hvør veljari hevur ikki tikið støðu

Nógvir danskir veljarar hava ikki gjørt av, hvar krossurin skal setast, og tað verða teir, sum avgera valið 8. februar

Allar veljarakanningar benda á, at stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen verður sitandi aftan á valið 8. februar, men tað merkir als ikki, at valið er avgjørt.
Fleiri valserfrøðingar, sum Kristeligt Dagblad hevur tosað við, vísa á, at tað eru framvegis meiri enn 30 prosent av veljarunum, sum ivast í, hvar tey fara at seta krossin tann dagin, tey standa í valhølinum.
? Í 1998 tóku 26 prosent av veljarunum ikki støðu fyrr enn undir valstríðnum, og á valinum í 2001 vóru tað 29 prosent, sum ikki tóku støðu fyrr enn tá, sigur Karina Pedersen, valgranskari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við Kristeligt Dagblad. Ein annar valgranskari, Lars Hovbakke Sørensen á lærda háskúlanum í Århus, sigur við blaðið, at sjálvt tað minsta mistakið hjá val-evnunum kann fáa veljararnar at broyta støðu, og tí bíða fleiri við at taka ta endaligu avgerðina um, hvar tey skulu seta krossin.
Hans Jørgen Nielsen, lektari í statsvísindi á lærda háskúlanum í Keypmanna-havn, heldur, at valstríðið hjá flokkunum hevur einans til endamáls at ávirka tey seinastu 30 prosentini, sum framvegis ivast í, hvønn tey skulu velja.
Tær nýggjastu veljarakanningarnar geva framvegis stjórnarsamgonguni greiðan meiriluta í Fólkatinginum. Sambært Gallup fáa Vinstri, Tey Konservativu og Danski Fólkaflokkurin 93 tinglimir, ein kanning hjá Cartinets gevur teimum 95 tinglimir, og sambært Vilstrup fáa teir tríggir flokkarnir heili 97 umboð.
Kanningarnar geva Vinstra ímillum 58 og 60 tingsessir og Sosialdemokratunum ímillum 47 og 52. Seinast fekk Vinstri 56 fólkatingsumboð og Sosialdemokratarnir 52.