Triði hvør er dani

31% av gistingum í føroysku ferðavinnuni vóru hjá ferðafólki úr Danmark

Nærum triði hvør persónur, ið gisti eina nátt á føroysku gistingarstøðum fyrra hálvár 2018, var dani. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni yvir gistingar í føroysku ferðavinnuni.


- 31% av hesum gistingum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 24% úr Føroyum, 20% úr øðrum norðurlondum, 13% úr øðrum europeiskum londum og tey síðstu 12% uttan fyri Europa, skrivar Hagstovan um tølini fyri gisting.


Hóast tað vóru nógv flest danir og føroyingar, sum gistu í Føroyum fyrra hálvár 2018, so vísa hagtølini, at báðir bólkar eru í minking, meðan aðrar bólkar eru í vøkstri.


- Størsta minkingin í tali var hjá ferðafólki, búsitandi í Føroyum við stívliga 2.000 og í Danmark við knappliga 1.800. Størsti vøksturin – bæði í tali og í prosent - var hjá ferðafólki  úr Íslandi við stívliga 1.900 ella 40% og úr Svøríki við stívliga 1.400 ella 31%.


Hagtølini hjá Hagstovu Føroyar er fyri ferðafólk, ið skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita, men taka ikki hædd fyri gistingum gjøgnum Airbnb.