Ovurhonds orkumikil alternativur rokkur, við íafrikanskum rytmum og hvørjum av sínum blandaðum. Retro Stefson hevur leingi verið besti livebólkur í Íslandi... tey eru før fyri at vinda mannamúgvur við túsundtals fólkum um fingurin.
So ramliga tekur ein av fremstu tónleikaummælarum í íslandi, Arnar Eggert, til um Retro Stefson, ið er triðja navnið, ið verður kunngjørt hesa vikuna sum partur av G!2012 skránni.
Retro Stefson funnu saman longu í framhaldsdeildini. Bólkurin spældi sína fyrstu konsert í 2006, tá limirnir vóru 14, 15 og 16 ára gamlir. Síðani menti bólkurin seg til ein hin best umtókta bólkin í Íslandi. Og fyri einum árið síðani tók bólkurin stigið at flyta til Berlin at royna tónlistarligu veingirnar. Og skjótt hevur gingið. Retro Stefson fekk kontrakt við plátufelagið Universal í Týsklandi og bookingfelagið Coda Agency í Onglandi. Universal hevur givið út teirra næstu fløgu, Kimbabwe, umframt 4 sangir av fyrstu fløguni, Montana, frá 2008. Og ímeðan bólkurin hevur hildið til í Berlin, hava tey spælt yvir 100 konsertir í Týsklandi, Hollandi, Belgia, Danmørk, Noregi, Eysturríki, Sveits, Kroatia og Onglandi. Retro Stefson hava eitt skjótt vaksandi fjepparatal kring heimin, og teirra live framførslur eru tiltiknar fyri at vera sannar veitslur.
Retro Stefson hava stórar ætlanir fyri 2012 og í løtuni eru limirnir heima í Íslandi og taka upp komandi fløguna. Í summar fáa vit hövið at hoyra bólkin á G! Festival.