Ìsland er triðbesta OL-tjóðin, also í mun til fólkatalið. Listin er roknaður á tann hátt, at londini verða mett eftir hvussu nógv OL-heiðursmerki tey hava vunnið í mun til hvørja miljón av íbúgvum tey hava. Við 300.000 íbúgvum stendur Ísland seg rættuliga væl í tí roknistykkinum. Stuttliga roknistykkið, har fólkatølini í Ìslandi og á Bahamas-oyggjunum (330.000) er umskrivað til eina miljón sær soleiðis út.
Gull telur 1,00, silvur 0,66 og bronsa 0,33:
1. Jamaica = 3,237 heiðursmerki
2. Bahamas = 3,019 heiðursmerki
3. Ísland = 2,141 heiðursmerki
4. Slovenia = 1,486 heiðursmerki
4. Noreg = 1,486 heiðursmerki
6. Avstralia = 1,411 heiðursmerki
7. Bahrain = 1,328 heiðursmerki
8. Mongolia = 1,276 heiðursmerki
9. Ný Sæland = 1,261 heiðursmerki
10. Estland = 1,241 heiðursmerki