LÝSINGARTILFAR
Gomul havnarfólk fóru til Ludda at keypa. Tá tey nevndu ”Ludda”, var tað handilin hjá Ludvig Poulsen, sum undir krígnum skifti navn til Maria Poulsen. Maria var kona Ludda, og tá handilin varð endurstovnaður í 1943, skifti hann navn til Maria Pouslen.
Tað vóru teir væl kendu handilsbrøðurnir – Dulamenninir, sum tóku yvir handilin. Jákup, Jógvan, Páll og Grímur á Dul. Teir høvdu handilin saman í nøkur ár, men tað var kortini Grímur, sum helt longst á, og sum tók yvir handilin saman við síni familju.
Tað eru synir hjá Grími á Dul, Kristian og Jógvan, sum í dag eiga P/F Mariu Poulsen. Stjóri seinastu 28 árini hevur verið Kristian.
Talan er um ein gamlan handil – og søguliga sæð er talan um fyrstu professiónellu blikkinsláarar í Føroyum. Ludvig Poulsen var sonur Johan C. Poulsen – vanliga nevndur ”Blikkinsláarin”, sum m. a. er kendur fyri at hava teknað fyrsta kortið yvir Havnina við húsanøvnum, sum hann teknaði í 1867. Hann var tann fyrsti útbúni blikkinsláarin í Føroyum. Ludvig nam sær eisini útbúgving sum blikkinsláari í Danmark, og hann stovnaði handil í 1890. Í 1900 fekk hann sær eisini handil við køksútgerð, so talan er um ein 118 ára gamlan handil, sum Dulafólk nú hava rikið í 65 ár.
Handilin hjá Mariu Poulsen er í tveimum. Í Tórsgøtu – í gamla handlinum, er ísinkramdeildin, meðan VVS deildin er á Hálsi.
- Vit fluttu niðan á Háls í 1982, tá vit høvdu bygt nýggjan bygning til VVS handilin og verkstaðið. Tað var tá Tórshavnar Kommuna gjørdi vinnuøkið á Hálsi, at vit – eins og fleiri onnur virki – fluttu niðan higar. Høvdu vit ikki gjørt tað, so vænti eg ikki, at nakað hevði verið eftir av fyritøkuni, sigur Kristian á Dul, stjóri hjá P/F Mariu Poulsen.
Hann heldur, at tey ongan kjans høvdu havt, um tey skuldu hildið fram í Tórsgøtu.
Í dag starvast knappliga 40 fólk í fyritøkuni, og bróðurparturin av teimum starvast í VVS deildini á Hálsi. Dóttir Kristian, Súsanna á Dul hevur nú tikið við sum leiðari í deildini í Tórsgøtu, og soleiðis hevur triðja ættarliðið nú tikið við.
- Eg eri sera fegin um, at hon hevur tikið við. Tað er altíð gott við nýggjum, eldhugaðum fólk, og eg vænti mær nógv av henni, sigur Kristian á Dul.
Súsanna hevur eftir lokna útbúgving eisini royndir frá slíkum handli í Danmark, og Kristian á Dul væntar tí, at hon hevur fingið nógv góð hugskot higani.
Sum nevnt er nógv mest virksemið hjá P/F Mariu Poulsen í VVS deildini á Hálsi. Hesin partur av virkinum er vaksin nógv, síðani tey fluttu niðan á Háls í 1982. Í 1988 keyptu tey grannan og kappingarneytan, H. M. Reinert, og hevur virkið síðani tá verið í báðum bygningunum.
Tá tosað verður um VVS í dag, so verður eisini nógv tosað um hitapumpur, sum eru vorðnar vanligar í Føroyum seinastu tvey árini. Tey hjá Mariu Poulsen selja eisini hitapumpur, sum eru av slagnum CTC – sum eisini gjørdi teir so væl kendu ketlarnar, sum Maria Poulsen hevur umboðað síðani 1954.
- Hetta er tí eitt vælkent merki, sum fólk kenna, sigur Kristian á Dul, sum leggur dent á týdningin, tað hevur, at veita fólki tænastu – ikki minst, tá talan er um so nýggja tøkni, sum hitapumpurnar eru í Føroyum.
Hjá Mariu Poulsen lata tey væl at søluni í deildini í miðbýnum. Tey hava egin parkeringspláss, og tað er ikki uttan týdning.
- Parkeringsplássini hava ótrúligan týdning fyri handilslívið í miðbýnum, tí við teimum vánaligu parkeringsviðurskiftunum, sum eru, so doyr miðbýurin, og tað gongur sjón fyri søgn, vísir Kristian á Dul á, nú fleiri handlar lata aftur, og aðrir verða til skrivstovur.
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo