Tað var væntað framanundan. John Rødgaard, sum hevur vunnið FM í snartalvi í 1998, 2001, 2002 og nú í 2003, var favoritturin yvir øllum. Hann hevur annars ikki havt eitt gott talvár. Ratingtal hansara er í øgiligari ferð farið skeiva vegin, og á feskasta ratinglistanum liggur hann á einum sjeynda plássi.
Tiltikin góður snartelvari hevur Rødgaard í mong ár verið. Hansara styrki er heilt einfalt, at hann ikki ger grov mistøk, sum vanliga eyðkennir snartelving við sínum einans fimm minuttum til hvønn telvara. Er ósvikaliga tryggur og tykist at bíða til mótstøðumaðurin hevur ovtelvað støðuna. Ein strategi, sum ikki ein og hvør kann nýta. Tað krevur góðar talvdygdir, tol og rutinu.
Leygardagin vann Rødgaard kappingina við heili seytjan stigum av átjan møguligum. Hans Kristian Simonsen var tann einasti, ið var førur fyri at taka stig frá snarmeistaranum.
Nakrar ferðir varð Rødgaard undir hørðum trýsti, eitt nú serliga ímóti Torkili Nielsen. Sjalvt um ein eigur at vera varin við at eftirmeta eitt snartalv, manglaðu bert millimetrar í fyri at Torkil vann, og at kappingin sostatt bleiv opin og spennandi. Rødgaard vann tó loksins hesa toppuppgerð, og eingin megnaði hareftir at nærkast Rødgaard. Ein uppirborin vinnari, ið vann FM-heitið triða árið á rað.
Gott stríð um annað pláss
Jøvn kapping varð um annað plássið. Sum tað sæst á stigatalvuni, vóru tað serliga teir tríggir Olaf Berg, Torkil Nielsen og Martin Poulsen, sum bardust um heiðurin at verða næsti maður eftir Rødgaard. Tó so, sjálvt Ólavur Simonsen, sum endaði á einum tólvta pláss, hekk leingi í oddinum og var loksins bert hálvt stig frá fimta plássi.
Olaf Berg var eins og vinnarin í góðum snarformi, og bleiv ungi havnarmaðurin ein uppiborin silvurvinnari. Hevði Olaf vunnið kappingina, varð hann yngsti FM-vinnarin í snartalvi nakrantíð. Hetta met eigur Ólavur Simonsen, sum bert var 17 ár, tá hann í 1994 vann FM-snar.
Silvurvinnarin frá í fjør, Torkil Nielsen, endaði trifremstur á hesum sinni, og leikti somuleiðis eina góða kapping. Talentið er øgiligt hjá sandavágsmanninum, sum seinast - og einastu ferð higartil - í 1986 vann FM í snartalvi.
Telvað varð í Kommunuskúlanum, og sum vant stýrdi Eyðun Lamhauge kappingina óføra væl sum dómari, vegleiðari og umfarleggjari. Í alt luttóku 46 telvarar, sum er fimtan fleiri enn í fjør. Kappingartalvan og annað kann lesast á faroechess.com
Toppurin:
1. Rødgaard, John VT 17 av 18
2. Berg, Olaf HT 13.5
3. Nielsen, Torkil ST 12.5
4. Poulsen, Martin HT 12
5-11 Nolsøe, Eyðun KTF 11
Simonsen, Hans K. KT 11
Samuelsen, Carl E.N. HT 11
Dragaberg, Rúni KTF 11
Ziska, Bogi TT 11
Thomsen, Heri V. KT 11
Joensen, Jógvan HT 11
12. Simonsen, Ólavur KTF 10.5