12 stig eru eftir at spæla um. KÍF er fimm stig frammanfyri. Kollfirðingar skulu tapa minst tríggjar dystir, og VÍF skal vinna dystirnar, sum resta í. Tað eru krøvini, sum eru sett til vestmenningar, um teir skulu spæla móti Neistanum í finalunum um føroyameistaraheitið. VÍF hevur havt stór sveiggj í sínum avrikunum. Tað løgdu illa frá landi í landskappingini, og tað merkist serliga væl nú. Við sigrinum á H71 í gjár, eru vestmenningar farnir undir seinastu royndina at fáa KÍF aftur á stigatalvuni.
Togaðust leingi
Tað var skjótt greitt, at H71 fór ikki at kappast um finaluplássini í hesum kappingarárinum. Neistin og KÍF struku avstað alt fyri eitt, og Kyndil og VÍF hava runnið aftaná. Hoyvíkingar vunnu greitt á kollfirðingum fyri tveimum vikum síðan, og tað birti undir eina vón, at H71 fór at fáa fult í Vestmanna í gjár. Tað eydnaðist ikki. Liðini togaðust leingi um leiðsluna, men miðskeiðis í seinna hálvleiki fór heimaliðið framum við tveimum málum. Tann leiðslan helt sær til seinasta bríksl. VÍF vann 30-28.
Byrja móti StÍF
Tað er lítið, sum bendir á, at VÍF fer at leggja kollfirðingar afturum seg á stigatalvuni. Úrslitini og avrikini eru ov óstøðug, og tað er sjáldan, at KÍF missir stig. Hinvegin – so leingi tað ber til, noyðast vestmenningar at troyta møguleikan. Hóast, tað er lítið realistiskt. Fyrsta royndin verður um tvær vikur, tann 6. mars. Tá vitjar StÍF í Vestmanna, og KÍF spælir móti Neistanum á heimavølli.