Treytað frádøming og tvey klipp í kortið

Løgreglan skrivaði 14 frágreiðingar og gav 6 átalur, tá ferðslukanningar vórðu gjørdar í Norðskálatunlinum mánadagin

Ferðsla

Millum klokkan 17 og 18 mánadagin gjørdi løgreglan kanningar í Norðskálatunlinum, og teir høvdu eisini ferðmátaran við sær.
Einir 50 bilar vórðu steðgaðir, og burtur úr hesum skrivaði løgreglan tilsamans 14 frágreiðingar og gav 6 átalur.
Sjey frágreiðingar vórðu skrivaðar fyri ov nógva ferð.
Tann eini bilførarin koyrdi 116 kilometrar um tíman, og hesin kemur undir treytaða frádøming av koyrikortinum.
Tveir aðrir bilførarar koyrdu ávikavist 107 og 109 kilometrar um tíman, og fyri hetta brot fáa teir klipp í koyrikortið.
Sjey bilførarar høvdu ikki bilar sínar í lagi, høvdu gloymt trygdarbeltið ella høvdu ikki koyrikortið uppi á sær.
Minsta bótin fyri einstøk brot á ferðslureglurnar er 500 krónur, men koyrir tú ikki í trygdarbelti og heldur ikki hevur koyrikortið uppi á tær, er sektin 1000 krónur.