Tveir ungir mans vóru í síðstu viku dømdir 50 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at smuggla 200 gramm hvør av hassji til Føroya.
Tað var í novembur í fjør, at hassjhundurin leiddi tollvaldið til teir báðar vesturi á flogvøllinum. Teir játtaði seg sekar í at hava smugglað hassji, men noktaðu fyri, at teir høvdu samstarva um tað. Teir noktaðu somuleiðis fyri, at hassjið var smugglað til Føroya við tí fyri eyga at selja tað víðari.
Teir báðir greiddu frá, at teir vóru farnir ein ballingartúr til Keypmannahavnar báðir. Báðir hava teir ADHD og siga, at teir áður javnan royktu hassj til at tálma sjúkuni. Nú eru báðir komnir í viðgerð og siga seg ikki roykja hassj longur.
Teir vóru farnir á Christiania at keypa hassj, men høvdu báðir kanska keypt nakað meiri, enn tær ætlaðu. Heimafturkomnir høvdu teir keypt eini 200 gramm hvør. Teir eru vanir at keypa hassj á Christiania, tá teir eru niðri og annar teirra segði sum var, at hann møtir føroyingum hvørja ferð, hann keypir har.
Teir høvdu hvør í sínum lagi pakkað hassji í minni pakkar, sum teir síðani høvdu svølgt og stungið upp undir seg. Á hendan hátt ætlaðu teir at smuggla rúsevnini til Føroya.
Teir vildu báðir vera við, at tað var fyri at spara pengar, at teir høvdu keypt eina so stóra nøgd. Ætlanin var, at hon skuldi vara nakrar mánaðir. Teir keyptu hassjið fyri 40 krónur grammið, men høvdu væntandi goldið eini 250, 300 krónur grammið í Føroyum.
Báðir eru áður dømdir fyri brot á lógina um rúsevni.
Løgreglan vildi vera við, at ætlanin var at selja hassjið víðari. 200 gramm er ov nógv at keypa einans til egna nýtslu, metir løgreglan. Ákærin vildi vera við, at gøtuvirðið á hassjinum var yvir 10.000 krónur. Hon bað tí dómaran revsa ungu menninar við fongsulsrevsing í 60 dagar. Hon vísti eisini á, at tá nøgdin er so stór, eigur høvuðsreglan, sambært dómi í landsrættinum, at vera treytaleys fongsulsrevsing.
Verjin meinti, at dómarin átti at taka atlit til, at menninir nú fingu viðgerð fyri ADHD og at báðir vóru givnir at nýta rúsevni. Hann helt tí ikki, at neyðugt var at senda teir í fongsul, men at teir áttu at fáa ein møguleika afturat frá dómaranum.
Dómarin var samdur við verjanum í hesum. Teir fingu eina langa revsing, 50 dagar, sum vísir, at Føroya rættur metir lógarbrotið vera álvarsamt, men revsingin var gjørd treytað, við samfelagstænastu, so menninir kunnu halda við arbeiðinum at fóta sær í gerandisdegnum.