Treysti fín úrslit á RIG 2014

Í kvøld fekk felagið erðaklapp frá Klaksvíkar kommunu sum takk fyri góða umboðan í Reykjavík

Treysti hevur verið í Reykjavík í tvey vikuskifti og kappast, har tey komu heim aftur við rættiliga góðum úrslitum. Fleiri persólig met, 4 gull, 3 silvur og 2 bronsu, nøkur bólkamet og harafturat kláraðu tvær av ungu gentunum A-krøv til Talentbólkin hjá FÍF.

 

Í kvøld kl. 19 varð skipað fyri móttøku eftir venjing hjá Treysti í Badmintonhøllini í Klaksvík fyri øllum íðkarunum og venjarum. Eisini møtti Jógvan Skorheim, borgarstjóri upp við einum kekki undir arminum, sum hann handaði Gutta Sørensen vegna Treysti.

 

Gutti greiddi frá ferðini og teimum mongu spennandi kappingunum, tey høvdu verið til og eisini ferðunum, har tey høvdu tikið sær av løttum, m.a. verið og vitjað á Bessastøðum.

 

Longu nú hava tey í Treysti tikið avgerð um, at vera við í líknandi kapping Íslandi komandi ár við eini 30 luttararum.