Tað er sera nógvur vindur í Gøtu hendan seinnapartin. Harði vindurin hevur ført við sær, at ein stórur treylari er farin útav vegnum í Syrðugøtu. Løgreglan hevur sent fólk á staðið, men veit ikki so nógv um óhappið enn.
- Vit skuldu senda leiðaran hjá Sløkkiliðnum har norðuri at hyggja eftir einari tekju, sum var farin illa í vindinum. Meðan eg tosi við hann, sær hann ein treylara koppa við grótbrotið við Gøtu, greiðir vakthavandi hjá løgregluni frá.
Treylarin stendur í verandi løtu lenaður á autoverndnina. Mynd av hesum er oman fyri.
Hetta er ikki einasta akfarið, sum er farið av vegnum í storminum í dag. Fyrr í dag fekk løgreglan fráboðan um ein buss, sum var koppaður í Hovi. Les meira um tað her.