Treylari farin av vegnum – vegurin stongdur

Tað verður ein góð løta áðrenn vegurin verður opin aftur

Fyri eini løtu síðani fór ein treylari út av vegnum í Funningsfirði. Hann er farin útav í krossinum ímillum Gerðisveg, Funningsveg og Fjarðavegin. Bilar eru farnir at hópa seg upp við óhapsstaðið, men tað er ikki koyrandi til Elduvíkar.

 

Tað er heldur ikk koyrandi til Funnings, ella til Gjáar, tann vegin. Løgreglan sigur, at treylarin er fullur, so tað er eitt størri arbeiði at fáa hann upp aftur. Í løtuni er ein gravkúgv á veg úr Kollafirði, men hon koyrir seint, so tað er ein góð løta afturat, áðrenn tað er koyrandi aftur.

 

Tey vóna at gravkúgvin fær hála treylaran upp aftur á vegin, men tað fer at taka sína tíð, so enn er heilt óvist, nær vegurin er opin aftur.