Hetta vikuskiftið 16. - 19. august fer skotin Trev Gregory at tala og undirvísa í Meinigheitshúsinum í Havn. Trev er ein kendur talari, sum ferðast runt í ymisk lond at hava møti og fyrilestrar.
Hetta er sjeyndu ferð, at Trev verður í Føroyum.
Føroyingar komu fyrstu ferð í samband við Trev á einari ráðstevnu í Hollandi ársskiftið 01/02, sum kallaðist ?Mission?. Seinni var líknandi stevna í Týsklandi.
Við báðar hesar stevnurnar tóku nógvir føroyingar lut. Trev hevur síðan verið biðin at koma til Føroya í fleiri umførum.
Nú er hann so aftur í Føroyum, og fer hann at tosa í Meinigheitshúsinum hóskvøldið og øll kvøldini fram til sunnukvøldið.










