Trev Gregory í Menigheitshúsinum í Havn

Hetta vikuskiftið verður skotin Trev Gregory í Meinigheitshúsinum í Havn, har ið hann kemur at tala og undirvísa Trev er ein kendur talari, sum ferðast runt í ymisk lond at hava møti og fyrilestrar.

Hetta verður sættu ferð, at Trev verður í Føroyum.

Føroyingar komu fyrstu ferð í samband við Trev á einari ráðstevnu í Hollandi, sum kallaðist ?Mission congres?. Heimamissiónin sendi eitt toymi av ungum til Hollands, og síðani hevur Trev verið biðin at koma til Føroya í fleiri umførum.

Í morgin klokkan 20 fer Trev at tala til ungdómsmøti.

Fríggjakvøldið verður eisini ungdómsmøti klokkan 20 við evninum ?follow the rabbo?.

Leygardagin verur eitt skeið, sum byrjar klokkan 10, har ið Trev fer at undirvísa. Tilmelding krevst til skeiðið. Um kvøldið kl 20 verður bønarkonsert.

Sunnudagin talar Trev til møtið, og aftaná verður nátturði. Á hesum møtinum kemur Bjartur Jóhannesen, sum er trúboðari í Havn, eisini at framføra nakrar sangir.

Trev hevur nógvar royndir av at tala, og hann dugir serliga væl við ungdómi. Meinigheitshúsið hevur júst keypt sær útgerð, so tey eru før fyri at tulka til tann einstaka við høvuðtólum. Hetta verður tikið í brúk í vikuskiftinum, so tískil verða øll kvøldmøtini tulka til føroyskt.

Trev fer eisini við Asia toyminum í summar, sum Heimamissiónin sendir út.