Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax í bestu donsku hondbóltsdeildini draga framvegis eftir 13 umfør svart, og standa framvegis við ongum stigi.
Í kvøld tapti Ajax á heimavølli stórt 25-35 fyri Silkeborg-Voel. Í steðginum var útiliðið á odda 19-12.
Súna skoraði tvey mál, legði upp til eitt mál og vann liðnum eitt brotskast.
Ajax er aftast við ongum stigi. Fimm stig eru upp til Bjerringbro og Horsens, ið hava fimm stig hvør.
Komandi mikukvøld klokkan 18 tekur Ajax móti Bjerringbro á heimavølli.