Trettandi – í dag enda jólini

Tá komið er til trettenda dag jóla eru jólini liðug, og soleiðis er eisini hjá Tórshavnar býráð, sum í morgun er farið at taka jólaprýði niður í miðbýnum.

 

Um trettanda dag jóla skrivar Axel Tórgarð í »Dagar og nøvn í álmanakkanum«, at trettandi verður hildin til minnis um vísenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakogin.

 

6. januar var í fornkirkjuni hildin sum føðingardagur Krists og var róptur Epifania Domini (opinbering Harrans). Tá ið teir í 4. øld semjast um 25. desember sum føðingardagin, verður 6. januar trettandi dagur jóla.

 

Best kenda søgan í sambandi við trettanda – ella trettandu nátt – er tann um kóparnar í Mikladali, sum lata seg úr hamunum og koma saman at dansa og um tað, sum av tí stóðst.

 

Sama søgnin er eisini um kópakonu í Skálavík. Trettandi verður eisini róptur gomlu jól, í kópakvæðnum yrkir Kvívíkar Jógvan, at kóparnir komu saman um gomlu jól, hetta navnið kemur av, at farið varð frá tí julianska kalendaranum til tann gregorianska.