Trettandadansur í Havn

Í annaðkvøld skipar Tøkum Lætt fyri føroyskum dansi í Sjónleikarhúsinum í Havn

FØROYSKUR DANSUR
 
Leygarkvøldið 14. januar kl. 22 verður skipað fyri trettandadansi í Sjónleikarhúsinum í Havn, sum dansifelagið Tøkum Lætt stílar fyri.
Tøkum Lætt er yngsta dansifelag í landinum, men er tó við sínum stívliga 250 limum eisini tað størsta av sínum slagi í Føroyum.
Andrias Sigurstein, formaður í felagnum, greiðir frá, at hetta er tólvta árið á rað, at Tøkum Lætt skipar fyri trettandadansi. Áður dansaðu tey í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag og Róðrarneystinum á Argjum, til tey funnu sær Sjónleikarhúsið, har dansað hevur verið tey seinastu árini.
Sum kunnugt er trettandi tann 6. januar, og ofta hevur verið dansað fyrsta vikuskifti eftir trettanda. Formaðurin í Tøkum Lætt sigur tó, at vanliga hava tey í felagnum dansað eitt sunnukvøld innan sjálvan trettandadansin. Hetta verður eisini gjørt av praktiskum orsøkum, tí nógv er at fyrireika. M.a. skal breyð smyrjast, og tá væntað verður, at millum 200 og 300 fólk fara at koma í dans, er sjálvandi ein rúgva sum skal avgreiðast, og tí er best at limirnir í Tøkum Lætt hittast áðrenn, sigur Andrias Sigurstein, sum greiðir frá, at tey ikki hava avtalað frammanundan, hvørji kvæði og vísur verða tikin, so tað stendur øllum í boði at skipa tað, tey hava hug til, eins og øll eru vælkomin í Sjónleikarhúsið.