Trettanda kvølds dansur

Leygarkvøldið skipar Tøkum Lætt fyri trettandan kvølds dansi

 

 

Hóast trettanda kvøld er í kvøld, so ger vanliga vikurútman, at trettanda kvølds dansurin ikki verður fyrr enn leygarkvøldið.

 

Tey seinastu mongu árini hevur verðið dansað í sjónleikarahúsinum, og soleiðis  verður eisini  í ár. Hesin dansur hevur verið væl umtóktur millum dansifólk, og úr øllum landinum hava fólk leitað sær til Havnar í dans. Øll eru vælkomin, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Dansurin byrjar kl. 22 um kvøldið, og tá liðið er eitt sindur á náttina, er smurt breyð at fáa.