Trettan til toppin

13 spurningar til formenninar í teimum politisku flokkunum

Valstríð verður ført á øllum frontum. Líka frá smáa persónliga sambandinum á gøtuni, í telefonini, í heimunum til breiða propaganda í fjølmiðlum, á húsaveggjum og á valfundum.
Og valstríðið er í hæddini í hesi løtu, og talan er bara um tímar, sum eru eftir at reka í.
Fólk skulu nú seta sínar krossir við kosna valevnið, og tá er eingin vegur aftur. Í øllum førum ikki fyrr enn við næsta val, sum verður um fýra ár ? ella kanska tvey.
Lyftini eru mong, summi øðrvísi enn onnur, summi bara ov langt úti, og summi uttan iva verulig og erlig.
Her lata vit oddafiskarnar í teimum sjey uppstillaðu flokkunum fáa orðið eina seinastu ferð í teigunum her á blaðnum, áðrenn valdyrnar lata upp.
Hetta eru fólk, sum hava verið nógv frammi seinastu vikurnar, og tað er uttan iva millum hesi fólkini, at næsti leiðarin í landinum skal finnast.
Vit hava sett toppunum í teimum ymisku flokkunum trettan spurningar. Summir eru á politisku bógvin, meðan aðrir eru meira persónligir.
Við hesum ynskja vit øllum eitt gott løgtingsval.

Lagt til rættis:
Eyðun Klakstein og Solby Eliasen

- - - -


Kári P. Højgaard,
Sjálvstýrisflokkurin

Hvat er tað besta við, at tað er val?
? Tað er, at veljarin fær høvi at siga sína hugsa, og at vit politikarar fáa at vita, hvat veljarin heldur.

Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
? Eg fekk 169 atkvøður seinast, og eg vóni, at tær verða ikki færri hesaferð.

Hvussu nógvar atkvøður fær flokkurin?
? Sjálvstýrisflokkurin miðjar eftir at fáa tveir løgtingslimir, so vit skulu hava fleiri atkvøður enn seinast.

Hvat etur tú valkvøldið?
? Gongur tað væl, so verður tað ræst kjøt og súpan.

Hvat bjóðar tú, um tú verður valdur aftur?
? Eg havi fyrr roynt at verið valdur, og tá hava vit havt opið hús við røstum kjøti.

Hevur keypt tær klæði til valstríðið?
? Nei, tað havi eg ikki. Eg eiga tríggjar klædningar, ein ljósan og tveir myrkar, og tað er nóg mikið.

Hevur tú verið hjá frisør?
? Nei, og tað verður tað neyvan til nú áðrenn valið.

Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri?
? Tað eru serliga tvey ting, sum liggja mínum hjarta nær. Fiskivinna og landbúnaður.

Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum tú kennir?
? Har er kappingin hørð, men skal eg vera púra erligur, so haldi eg, at tað er Óli Breckmann. Tá ið hann er í essinum, tá verður hann ikki tikin.

Um onkur hevði bjóðað tær sína atkvøðu fyri 100 krónur. Hevði tú tikið av?
? Nei, hvørki eg ella Sjálvstýrisflokkurin eru til sølu.

Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið?
? Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki stóra fíggjarliga orku, og tí gjalda valevnini sjálvi fyri valgreinar og annað. Eg sigi sum Churchill, at valstríðið kostar blóð, sveitta og tár, men eg havi ikki brúkt so nógvar pengar.

Hvat fert tú at gera, at tú ikki verður valdur?
? Eg vil siga, at tað er ein hypotetiskur spurningur, men um tað skuldi hent, so havi eg fýra mánaðir at umhugsa meg í. Eg rokni við, at so fari eg í bátin hjá mær og fari at rógva út.

Hvør verður næsti løgmaður?
? Johan í Kollafirði segði, at hann fór at verða næsti løgmaður, men eg haldi, at tað er nakað egoistiskt at siga, at eg verði næsti løgmaður. Mest sannlíkt er, at tað verður Sambandsflokkurin, sum fær løgmann, og so verður tað helst Lisbeth L. Petersen. Men skuldi okkurt óvæntað hent, so fer Sjálvstýrisflokkurin ikki at bera seg undan, um vit fingu bjóðað løgmannin.


- - -


Høgni Hoydal,
Tjóðveldisflokkurin

Hvat er tað besta við, at tað er val?
? Tað besta við valinum er, at fólk fáa høvi at siga sína hugsan um framtíðina.

Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
? Tað havi eg ikki ánilsi fyri. Men eg vóni, at tað verður rímuligt.

Hvussu nógvar atkvøður fær flokkurin?
? Tað veit eg heldur ikki, men eg vóni, at tað verður meira enn seinast.

Hvat etur tú valkvøldið?
? Eg plagi ikki at eta valkvøldið. Køkur ella smyrjibreyð í sjónvarpinum. Ein hevur so nógv at gera valkvøldið, at tað verður ofta bara til eina heilt seina máltíð, og tá er tað ofta breyð og skerpikjøt.

Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur?
? Smyrjibreyð við føroyskum viðskera.

Hevur tú keypt tær klæðir til valstríðið?
? Ja, tað havi eg. Tveir jakkar, tvær skjúrtur, tvey slips. Tað er ikki ofta, at eg keypi mær klæðir. Tað er sum lundi á jólanátt.

Hevur tú verið hjá frisør?
? Nei, tað havi eg ikki.

Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri!
? Eg fari at arbeiða fyri einum frælsum, føroyskum samfelag fyri øll.

Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum tú kennir?
? Tað stuttligasta valevnið, sum eg kenni er Bjarti Thomsen, sum er á sambandslistanum. Tað einasta vallyftið hjá honum, sum eg trúgvi uppá, er, at tað verður full sólarmyrking í 2012.

Um onkur hevði bjóðað tær sína atkvøðu fyri 100 krónur, hevði tú so tikið av?
? Nei! Eg hevði ongantíð tikið pengar fyri eina atkvøðu.

Hvussu nógvar pengar brúkar tú uppá valstríðið?
? Eg havi nakrar plakatir og skrivi nakrar valgreinir. So alt í alt einar 10.-12.000 krónur.

Hvat fert tú at gera, um tú ikki verður afturvaldur?
? So fari eg at fremja samfelagsgagnligt arbeiði á annan hátt. Gera ymiskt, sum ein ikki hevur stundir til, tá ein er í politikki.

Hvør verður løgmaður?
? Høgni Hoydal.

- - - -


Lisbeth L. Petersen,
Sambandsflokkurin

Hvat er tað besta við, at tað er val?
? At tað er ein møguleiki at fáa eina nýggja leiðslu í landinum.

Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
? Tað avgerð veljarin.

Hvussu nógvar atkvøður fær flokkurin?
? Eg vóni, at Sambandsflokkurin fær eitt gott val. Vónandi betri enn seinast, sum eisini var sera gott.

Hvat etur tú valkvøldið?
? Familjan plagar at gera ein góðan døgurða. Nú eri eg ikki sum nógvir av hinum politikarunum, sum hava eina konu gangandi heima.

Hvat bjóðar tú, um tú verður valdur aftur?
? Vinir og kenningar plaga at koma inn á gólvið, men ofta eru nógv farin avstað aftur, áðrenn eg komi heim valkvøldið. Men familjan plagar at hjálpa mær við at vera inni.

Hevur keypt tær klæði til valstríðið?
? Nei, eg havi brúkt tað sum eg átti, og so havi eg fingið okkurt smávegis.

Hevur tú verið hjá frisør?
? Ja, eg var í síðstu viku, men tað var tí, at eg trongdi til at blíva klipt.

Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri?
? Vælferðini í Føroyum.

Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum tú kennir?
? Tað eru fleiri stuttlig fólk í politikki. Hendrik Old er óføra stuttligur, og mær dámar væl, tá ið hann er í góðum lag.

Um onkur hevði bjóðað tær sína atkvøðu fyri 100 krónur. Hevði tú tikið av?
? Nei, tað hevði eg ikki svarað til.

Hvussu pengar brúkar tú upp á valstríðið?
? Eg brúki eitt sindur, men ikki so nógv sum summi gera. Lýsingar kosta, og tí má eg brúka nakað av pengum.

Hvat fert tú at gera, at tú ikki verður valdur?
? So hevði eg konsentrerað meg um fólktingsarbeiðið, og annars brúkt meira tíð til at lisið og verið saman við familjuni. Slíkt sum tað kann vera trupult at fáa tíð til við øllum politikkinum.

Hvør verður næsti løgmaður?
? Tað avger veljarin í grundini eisini ? óbeinleiðis. Eg tori at at geva nakað boð.


- - - -


Jóannes Eidesgaard,
Javnaðarflokkurin

Hvat er tað besta við, at tað er val?
? Tað besta man vera spenningurin, sum er í luftini eitt valkvøld. Ongin dagur líkist valdegnum. Tað er ein heilt serligur spenningur í luftini.

Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
? Tað havi eg onki boð uppá. Havi verið vælsignaður við heilt fitt av atkvøðum higartil, so eg vóni bara, at eg verði afturvaldur.

Hvussu nógvar atkvøður fær flokkurin?
? Her er næstan tað sama svarið galdandi. Men aja, eg veit ikki. Fær flokkurin einar 7.000 atkvøður, so er tað nakað at tosa um.

Hvat etur tú valkvøldið?
? Eg plagi ongantíð at eta nakað serligt sjálvt valkvøldið. Tá er ein upptikin, til valhølini lata aftur. Ein roynir jú at fylgja við og stríðast til tað seinasta. So matur er ikki nakað, sum liggur frammarlaga valkvøldið.

Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur?
? Tað góða samfelagið.

Hevur tú keypt tær klæðir til valstríðið?
? Nei, ikki beinleiðis til valstríðið. Eg mátti skifta stóran part av klæðunum út herfyri, so tey eru rættuliga nýggj enn.

Hevur tú verið hjá frisør?
? Ja, tað havi eg. Bleiv kliptur í síðstu viku.

Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri!
? Vælferð.

Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum tú kennir?
? Lat okkum bara siga Jóhan í Kollafirði. Tað er hann jú pr. definitión.

Um onkur hevði bjóðað tær sína atkvøðu fyri 100 krónur, hevði tú so tikið av?
? Nei!

Hvussu nógvar pengar brúkar tú uppá valstríðið?
? Eg brúki teir pengarnar, sum tað kostar mær at ferðast aftur og fram millum høvuðsstaðin og valstaðið. Tað er í stórum tað. Eg havi ongar plakatir ella lýsingar sum so. Og talið á valgreinum er heldur ikki nógv. So eg brúki ikki nógvar pengar upp á tað persónliga valstríðið.

Hvat fert tú at gera, um tú ikki verður afturvaldur?
? Eg hevðið verðið sera harmur, um tað hendir. Men ein politikari má altíð vera greiður yvir, at tað kann henda, so eg hevði gingið inn í meg sjálvan. Og so tikið mítt starv uppaftur sum lærari á Tvøroyri.

Hvør verður løgmaður?
? Tað dugi eg ikki at siga. Tað veldst um, hvør samgongan verður eftir valið.


- - - -

Johan í Kollafirði,
Hin Stuttligi Flokkurin

Hvat er tað besta við, at tað er val?
? Val er skeg og feitt, og tað eru bara teir tápuligu politikararnir, sum siga tað, teir meina. Tað kundi faktiskt verið soleiðis altíð

Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
? Eg fiski ikki eftir persónligum atkvøðum. Eg havi ikki biðið nakran velja meg persónliga.

Hvussu nógvar atkvøður fær flokkurin?
? Tann breiði boðskapurin hjá okkum skal gera, at vit fáa allar atkvøðurnar.

Hvat etur tú valkvøldið?
? Valkvøldið er bara ein av dagur av mongum. Tí geri einki óvanligt burturúr.

Hvat bjóðar tú, um tú verður valdur aftur?
? Einki. Eingin skal vænta, at um viðkomandi atkvøður fyri mær, so fær hann ein lítlan. So eg haldi einki, men kanska geri eg tað alíkavæl.

Hevur keypt tær klæði til valstríðið?
? Nei, ikki til valstríðið, tí eg brúki altíð tey somu klæðini til tað. Tað er umráðandi, at fólk kenna meg aftur, og fyri ikki at forvirra tey, so brúki eg somu klæðini.

Hevur tú verið hjá frisør?
? Nei, eg brúki sum minst av pengum til valstríðið.

Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri?
? Eg vil hjálpa teimum, sum eru illa fyri sosialt, og eg vil halda vallyftini, sum hini valevnini koma við. Eg skal vera ein støðug áminning um, hvat teir hava lovað.

Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum tú kennir?
? Tað eri eg. Hinir eru bara stuttligir í forhold til, hvussu keðiligur politikkur er. Nú er tann ektaða vøran komin.

Um onkur hevði bjóðað tær sína atkvøðu fyri 100 krónur. Hevði tú tikið av?
? Nei, so hevði eg roynt at loyst trupulleikarnar, sum viðkomandi hevur.

Hvussu pengar brúkar tú upp á valstríðið?
? Ætlaði at brúka 400 krónur, men Kall hevði eitt tilboð fyri 250 krónur.

Hvat fert tú at gera, at tú ikki verður valdur?
? Eg havi nakað. Eg havi tað gott, og tað havi eg tað eisini aftan á valið.

Hvør verður næsti løgmaður?
? Eg. Kirkegaard segði, at skalt tú hjálpa nøkrum, skalt tú fara niður til tey. Um eg skal hjálpa politikarunum, so má eg fyrst upp um teir og síðani niður til teir. Tí má eg verða løgmaður.

- - -

Anfinn Kallsberg,
Fólkaflokkurin

Hvat er tað besta við, at tað er val?
? Tað er tað, at borgarin sleppur fram at við sínum ynskjum. Og at hesi so verða umsett til eitt nýtt løgting og landsstýri.

Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
? Tað havi eg ikki ánilsi fyri. Dugi ikki at meta um tað, men eg eri sera glaður fyri hvørja ta einastu atkvøðuna.

Hvussu nógvar atkvøður fær flokkurin?
? Tað dugi eg illa at meta um, men vónandi verður tað nóg mikið, at Fólkaflokkurin aftur fer at sita í samgongu.

Hvat etur tú valkvøldið?
? Valkvøldið havi eg ongantíð tíð til at eta. Ein hevur úr at gera við at fáa fólk at fara á val. Og seinastu valini havi eg eisini skula til Havnar í studio, so tað hevur ikki verið nakað át.

Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur?
? Tað hevur vanliga verið so, at tá eg eri afturkomin úr Havnini, so plagar at vera fult hús til ein góðan kaffimunn og køkur.

Hevur tú keypt tær klæðir til valstríðið?
? Nei, tað havi eg ikki.

Hevur tú verið hjá frisør?
? Nei, ikki júst til valstríðið. Men eg var hjá frisør fyrst í árinum.

Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri!
? Eg fari at arbeiða fyri øllum málunum hjá flokkinum. Tað er altíð ringt at taka eitt burturúr, tá setur tú øll hini eftir.

Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum tú kennir?
? Uha?tað veit eg ikki. Taki ongan burturúr, so har meldi eg pass.

Um onkur hevði bjóðað tær sína atkvøðu fyri 100 krónur, hevði tú so tikið av?
? Nei! Ein keypir ikki sín demokratiska rætt.

Hvussu nógvar pengar brúkar tú uppá valstríðið?
? Eg brúki ikki pengar upp á tann persónliga valkampin. Eg sendi ikki brøv út, havi heldur ongar plakatir. Eg brúki tann framíhjárættin, eg havi við at vera formaður floksins.

Hvat fert tú at gera, um tú ikki verður afturvaldur?
? So fari eg at leita mær eftir einum øðrum arbeiði. Og tað verður ikki lætt eftir 24 ár í politikki. Spurningurin er, um ein kann brúkast til nakað annað.

Hvør verður løgmaður?
? Tað veit eg ikki. Tað veldst um, hvussu flokkarnir umseta fólksins avgerð til.

- - -


Jenis av Rana,
Miðflokkurin

Hvat er tað besta við, at tað er val?
? Hvussu heppin vit eru, at vit hava fólkaræði og sleppa á val. Hendan møguleika hava tey ikki allastaðni.

Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
? Umleið 300.

Hvussu nógvar atkvøður fær flokkurin?
? Vit stíla eftir 1500 atkvøðu. Tað eru einar 300 fleiri enn seinast og høvdu verið nóg mikið til tveir løgtingslimir.

Hvat etur tú valkvøldið?
? Undir valstríðnum etið eg millum lítið og einki, so tað er tann besti slankikururin. Valkvøldið plaga vit at hava drýl við rullupylsu og skerpikjøti.

Hvat bjóðar tú, um tú verður valdur aftur?
? Vit plaga at hava nógvar gestir valkvøldið, og tá eta vit drýl við rullupylsu og skerpikjøti. Vit búgva nærindis Norðurlandahúsinum, so tað er stuttur teinur at fara heima aftaná valið. Tað plagar at vera eitt sera gott kvøld, sum varðar út á náttina.

Hevur keypt tær klæði til valstríðið?
? Nei, tað burdi eg havt gjørt, men tað hevur verið so hektiskt, at eg havi ikki fingið upp í lag.

Hevur tú verið hjá frisør?
? Ja, eg var millum jóla og nýggjárs, og tað var við valinum í huga. Eg skal jú í sjónvarpi...

Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri?
? At verja kristna grundarlagið, sum landið hvílir á.

Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum tú kennir?
? Har setti tú meg skákmát. Eg má siga Johan í Kollafirði, hóast hann er ikki so stuttligur, sum stuttligir menn skulu vera. Men hann hevur havt onkra góða.

Um onkur hevði bjóðað tær sína atkvøðu fyri 100 krónur. Hevði tú tikið av?
? Nei, eg hevði sagt við viðkomandi, at so skuldi hann ikki atkvøtt fyri mær. Eg vildi ikki havt hansara atkvøðu ókeypis, skuldi tað verið.

Hvussu pengar brúkar tú upp á valstríðið?
? Eg vænti ikki, at tað verður meira enn einar 1500 krónur. Fólk skulu velja meg út frá tí, sum eg geri til dagliga, og ikki út frá tí, sum eg geri beint áðrenn eitt val. Nýggj valevnið hava meira brúk fyri at markera seg og greiða frá hvørji, tey eru, men tað havi eg ikki.

Hvat fert tú at gera, at tú ikki verður valdur?
? Eg havi mítt borgarliga starv at røkja, og annars hevði eg fingið betri stundir til andaligt virksemið ? verið meira á Lindini og farið kring landið at prædikka.

Hvør verður næsti løgmaður?
? Eg tori ikki at gita. Alt kann henda í politikki, og tað, sum politikarar siga í dag, kann verða beint øvugt aftan á valið. So tað skuldi ikki undrað meg, um tað varð sami maður, sum helt fram sum løgmaður ? tað er í øllum førum eitt líka gott boð sum nakað annað.