Dómararnir vóru títtir í kortlummunum, tá ið 7. umfar í 1. deild í fótbólti var á skránni í góðveðrinum í dag. Í trimum av teimum fimm uppgerðunum var reyða kortið á lofti. Metið í kortum seinnapartin var í Gundadali, har B36 við 2-0 sigri á NSÍ helt tørn um næstfremsta plássið.
Dómarin hevði gula kortið frammi 13 ferðir í 50 minuttir. Ein spælari – B36 spælarin Benjamin Heinesen – sá gult tvær ferðir, og tískil sá hann eisini reytt. Tað var í 50. minutti. Hóast B36 var undirmannað í 40 minuttir, so megnaði heimaliðið at halda tørn um 2-0 leiðsluna frá 1. hálvleiki. B36 vann kortspælið 8-5!
Í Leirvík endaði tað 1-1 millum Víking og 07Vestur. Magnus Jarnskor skoraði fyri heimaliðið, tá ið knappliga fimm minuttir vóru farnir, og fimm minuttir undan leikloki javnaði Jovan Radinovic-Panic við brotssparki fyri 07Vestur, sum í síðsta minutti misti Torstein Mýlingstind, ið sá beinleiðis reytt kort. Tríggir víkingar sóu gula kortið.
HB er framvegis stigaleyst eftir 3-2 tap á Vágseiði. Eftir stóran hálvan tíman var 2-2, og miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Patrik Johannesen sigursmálið fyri heimaliðið. HB málini í 1. hálvleiki skoraðu Poul Ingason og Bárður J. Heinesen, sum hava verið kandidatar til besta liðið, men sum í løtuni tykjast vera ov stuttir í tí kappingini.
Gula kortið var seks ferðir á lofti – tríggjar ferðir til hvørt liðið. HB venjarin Ingi Rasmussen skifti seg sjálvan inn, tá ið tað restaðu átta minuttir. Hann sá gult í 89. minutti, og tá ið stóripinnur hevði verið tríggjar ferðir runt í eyka tíðini, sá hann aftur gult og harvið reytt.
Tá ið TB vann 3-2 í Klaksvík, var tað eisini javnt í gulum kortum – 2-2. Á dómaraseðlinum er veteranurin Óli Johannesen skrásettur at hava skorað TB sigursmálið. Fleiri eygnavitni siga seg hava sæð, at eftir horna stýrdi Óli Johannesen bóltin upp á tvørs, og at Ragnar Tausen við høvdinum stýrdi bóltin um strikuna.
Við Margáir var tað javnt millum EB/Streym og AB. Úrslitið var 2-2, og í gulum kortum endaði tað 1-1.
KÍ-TB 2-3 (1-2)
1-0: Jákup Pauli Ziskason 4.
1-1: Rógvi Joensen 14.
1-2: Jonhard Ferjá 30.
2-2: Lindi Gardar 66.
2-3: Óli Johannesen 71.
Víkingur-07Vestur 1-1 (1-0)
1-0: Magnus Jarnskor 4.
1-1: Jovan Radinocic-Panic br 85.
Reytt kort: Torstein Mýlingstind, 07Vestur, 90. (beinleiðis reytt)
EB/Streymur-AB 2-2 (1-2)
0-1: Ari Johannesen 38.
0-2: Ari Johannesen 40.
1-2: Árni G. Olsen 43.
2-2: Ólavur Ejdesgaard 73.
B36-NSÍ 2-0 (2-0)
1-0: Gestur B. Dam 29.
2-0: Julian J. Johansen 38.
Reytt kort: Benjamin Heinesen, B36, 50. (2 gul)
FC Suðuroy-HB 3-2 (2-2)
1-0: Jón Krosslá Poulsen 11.
1-1: Poul Ingason br 19.
1-2: Bárður J. Heinesen 31.
2-2: Salmundur Bech 32.
2-3: Patrik Johannesen 66.
Reytt kort: Ingi Rasmussen, HB, 90.+3. (2 gul)
Støðan
TB 21
B36 18
AB 11
FC Suðuroy 10
07Vestur 10
NSÍ 9
Víkingur 8
KÍ 4
EB/Streymur 4
HB 0
Víkingur hevur spælt 5 dystir, FC Suðuroy og EB/Streymur hava spælt 6 dystir, og hini liðini hava spælt 7 dystir
8. umfar
Leygardagin 3. mai
KÍ-HB
Víkingur-B36
EB/Streymur-07Vestur
AB-TB
FC Suðuroy-NSÍ
Útsettir dystir
6. mai
EB/Streymur-Víkingur
1.juni
FC Suðuroy-Víkingur