Trettan føroyingar fara at framføra á føroyska festivalinum MíttLand, tá hann um tveir mánaðar fer av bakkastokki í Keypmannahavn.
Hesaferð verður festivalurin hildin í Femøren á Amager 15. og 16. september.
Teir føroyingarnir, ið framføra á festivalinum eru Alex Bærendsen, Eyðun Nolsøe, Halleluja Sofus, Hamradun, HitMenn, Jens Marni Hansen, Kristina Bærendsen, Marnar á Lofti, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum, Stanley Samuelsen, Tinganest og Uni Debes and The Tom Cat's.