Trettan blásarar

Tíðindaskriv

 

Trettan blásarar ú Føroya Symfoniorkestri fara í næstum at spæla tvær konsertir.Tann fyrra verður íChristianskirkjuni leygardagin 22 sept. Kl. 17:00 og tann seinna í Norðurlandahúsinum sunnudagin 23. Sept. Kl. 16:00.

Á skránni verður serenada fyri trettan blásarar av Richard Strauss, Notturno opus 48 nr. 1 av Frédéric Chopin og cellokonsert opus 104 av Antonin Dvorak.

Solistur : Kgl. Kapelmusikus Ib Herman

Dirigentur: Martin Mouritsen

Fyrsta verkið á skránni er "Serenade í Es fyri 13 blásarar" av Richard Strauss (1864-1949). Henda serenada er eitt av ungdómsverkum hansara, og hóast Strauss seinni næstan frásegði sær verkið sum verandi einki annað enn eitt virðiligt avrik av einum tónleikastudenti, so varð verkið fyrstu ferð framført av kenda Meininger Hofkapel við táverðani stórsta dirigentinum, Hans von Bulow. Og ivaleyst hevur tað vælljómandi yndi, sum er yvir verkinum, hugtikið bæði Bulow og tónleikararnar. Tónamálið er romantiskt og líkiast lítið seinni verkum hansara. Verkið er vakurt og vælljómandi, og átøkiligur er tann skiftandi lagdámurin og ljómurin úr teim ymsu blásiljóðførunum, træblásarunum og teim fýra waldhornunum.

Frédéric Chopin (1810-1849) er næstur á skránni. Chopin var í 19 øld mettur at vera ein av størstu klaversnillingunum nakrantíð, og flestu av hansara tónaverkum eru eisini fyri klaverið. Umframt klaverkonsertir, so hevur hann skrivað eina ørgrynnu av smærri verkum, so sum polonaisur, masurkair, etuder o.s.v. , sum hann nýtti til egnar framførðslur. Við síni serligu framferð og sermerktu útsjónd, vóru tað ikki minst kvinnur, sum flokkaðust til konsertir hansara í París, og fleiri teirra skuldu fallað í óvit av ovurundran. Og ikki minst vóru tað hansara notturnoir, hesi vøkru og dreymakendu løgini við náttardámi, sum vóru vælumtókt. Ein av hesum notturnoinum, nr. 48, verður framførd á hesi konsertini, ikki fyri klaver, men í eini útseting fyri 13 blásarar av danska tónasetaranum Peter Naur.

Seinast á skránni er konsert fyri cello og orkestur eftir Antonin Dvorak (1841-1904). Dvorak skrivaði bert eina konsert fyri cello og orkestur, opus 104 í h-mol og er hon skrivað í Ameriku veturin 1894-95, um sama mundið, sum hann skrivaði sítt kanska kendasta verk, symfoniina "Úr nýggja heiminum". Sum allur tónleikur Dvoraks, er konsertin sera sangbar, og ber í sær tilfar úr tjekkiskum/bøhmiskum fólkatónleiki. Cellokonsertin er sum vant í trimum satsum, og byrjar við einum orkesturforspæli, kunnandi um høvuðstemaðið og beint eftir kemur tað sanagbara og fólkaliga síðutemaðið. Annar satsurin er ein adagio, og hevur sum tema ein av sangum Dvoraks, meðan seinasti satsurin, sum onkur hevur nevnt tað, strálar av frøði yvir, at hann nú skjótt skal aftur til sítt elskaða føðiland, Tjekkia ella Bøhmen ; Dvorak treivst ongantíð rættuliga í "Nýggja heiminum ".

Hetta er ein forkunnug útgáva av hesi cellokonsertini, tí hon er upprunaliga skrivað fyri vanligt symfoniorkestur, men verður her framførd í eini útseting av danska tónasetaranum Peter Naur. Solistur er danski celloleikarin Ib Herman.

Hetta er ein spennandi og - sum nevnt - forkunnug konsertskrá, har nakrir av okkara fremstu tónleikarum á klassiska veinginum vera teir, sum fara at manna tónleikabólkin. Vónandi vilja fólk geva sær stundir at vitja.

Konsertirnar verða í Christianskirkjuni leygardagin 22 sept. Kl. 17:00 og í Norðurlandahúsinum 23. Sept. Kl. 16:00.