Í morgum hevur løgreglan verið á ferð við tí endamáli at vita, hvussu bilførarar skikkaður sær. Og tað var ikki til fánýtis, tí heili 13 bilførarar vórðu skrivaðir upp í bókina.
Løgreglan kannaði ferðsluna í Kollafirði og Millum Fjarða og úrslitið var, at sjey bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ímillum 75 og 80 kilometrar um tímar, har tað er loyvt at koyra 50, so teir fáa allir klipp í koyrikortið, umframt at teir fáa einar 2.500 krónur í bót.
Harafturat vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra 105 og 110 kilometrar um tíman, har tað er koyvt at koyra 80 og teir fáa eisini klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 2.000 krónur.
Og afturat tí fingu tríggir bilførarar 1.000 krónur í bót fyri at koyra, uttan at hava spent trygdarbelti.
Annars hevur løgreglan esini verið við seks skúlar í morgun at kanna eftir, hvussu standurin var í teimum bilum, sum førdu børn og lærarar í skúla í morgun, men har var einki at finnast at.