Trendy turban til bad hair days

Ert tú millum tey djørvu, sum torir at ganga í turban?

Turbanin er eitt av serkendu klædnapløggunum, sum javnan vitja aftur. Fyrstu fer hon var sett í samband við móta til kvinnur var í París í 1911. Síðani var turbanin ein natúrligur partur av klædnabúnanum hjá eini hvørjari elegantari damu fram til umleið 1940, millum annað í besta divastíli hjá Marlene Dietrich við sigarettrøri og eylinara.

Eini tjúgu ár seinni var turbanin endurfødd – hesaferð av mótafyrimyndini Twiggy, og helt turbanrákið øll flipparaárini.

Eftir nógv ár í gloymskuni, kom turbanin aftur á breddan fyri einum hálvum ári síðani í vármótanum hjá Prada, og hevur hon verið at sæð í mótaframsýningum kring allan heim síðani.