Trendir, vit ikki hava sæð í longri tíð

Tað var einki, sum var fullkomiliga slóðbrótandi ella yvirraskandi á Copenhagen Fashion Week. Hóast mótin hevur flutt seg nakað, so verður hann tó í sama tráð, sum hann hevur verið seinastu kollektiónirnar. Tó eru nøkur nýggj fyribrigdi at síggja, sum ikki hava verið at sæð í eins stóran mun í undanfarnum kollektiónum. Vit kunnu tó siga, at mótin fer tveir vegir, antin verður tað tann rái dirty glam stílurin við leðri og nittum ella tað klassika og vakra við denti á smálutirnar.


Velour
Vit skulu rættiliga langt aftur í tíðina fyri at síggja nervøst velour á mótapallunum. Men í heyst og vetur verður velour tað nýggja tekstilið, sum gongur aftur hjá fleiri sniðgevum.


Langar, klænar hálsketur
Vit hava sæð rættiliga nógv til oversize smúkkurnar í seinastuni, men hjá fleiri sniðgevum vóru smúkkurnar nú sera einfaldar, og hálsketurnar skulu vera langar og klænar.

Sailor-stílurin
Sailor-stílurin, sum var sera nógv frammi í 80'unum, verður aftur at síggja í heyst og vetur. Vit hava sæð eitt lítið sindur til hann í undanfarnum kollektiónum, men ikki so gjøgnumført, sum nú. Undir sailor-stílin hoyra eisini stríput klæði, sum verða eitt mást í heyst og vetur. Eisini sailorskógvarnir úr leðri verða inn aftur nú.

Draperingar, stórir flesar og rykt toy
Tað vóru sera fáir sniðgevar, ið ikki spældu sær við draperingar av ymsum slagi. Eisini ovrustórir flesar og rykkingar í toynum verða nógv at síggja seinni í ár.

Nýggir litir:
Tað verða nakrir nýggir litir í vetur.
Blátt verður absolutt ein av mást hava litunum, eins og myrkareytt eisini verður nógv at síggja.
Sera nógvar av kollektiónunum høvdu harumframt eisini jørðlitir, sum beige, brúnt, svart, myrkagrønt og rustreytt/kopar.