Trend-alarm er mintgrønt

(Eftir Gunnvá Enni)

 

Liturin var sera væl umtótkur í 60-unum, men er nú komin fram aftur.

Tann mintgrøni liturin er at síggja á catwalk til allar tey stóru mótahúsini og verður mett sum tann nyggi ”it-liturin”.

Hollwood-stjørnurnar klæða seg í tann ísakølda grøna litin á tí reyða teppinum og tíl dagligt.

 

Caroline Skjelbred, stylist og bloggari fyri blaðið Elle heldur, at liturin klæðir tey flestu.

- Mintgrønt er fín til vetrableika húð og til summarbrúna húð. Liturin er eisini lekkur til at seta saman við jørðlitir sum brúnt, kopar og svart nú á vetri. Men hon kann eisini vera fín til ljósar litir. Tað er ein litur sum er lættur at styla, fortelur Elle-stylisturin.

 

Skjelbred greiðir frá at tann mintgrøni liturin hevur verið væl umtóktur í heyst á catwalk hjá sniðgevum so sum Chole, Andrea Crews, Vanessa Bruno, Hermes, Valentino og Missoni. Hon heldur, at liturin verður væl umtóktur til várs.

 

- Tey kendu dáma at vera tíðliga úti við teimum nýggju trendfarvunum, og eg haldi at mintgrønt verður ein stór trend til várs og summar, greiðir Caroline Skjelbred frá.