Trekt at koma í gjøgnum

Nakrir lærarar eru útbúnum at undirvísa orðblindum og orðblindum børnum og vildu gjarna fingið samansett starv við at arbeiða ein part av vikuni í skúlanum og ein part hjá Felagnum fyri lesi- og skriviveik, men Mentamálaráðið hevur sagt nei. Tað líkist ongum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag

Føroya Lærarafelag harmast um, at lesiveik og orðblind børn verða slept upp á fjall í fólkaskúlanum.
Lærarar hava útbúgvið seg til at undirvísa hesum næmingum, og felagið fór til Mentamálaráðið við uppskoti, at teir lærararnir kundu havt samansett starv, so teir undirvíst ein part av vikuni í skúlanum og hin partin hjá Felagnum fyri lesi- og skriviveik . Grundgevingin var, at hetta fór at ávirka eftirløn og annað.
- Men frá Fíggjarmálaráðnum fingu vit at vita, at tað hevði borið væl til, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Felagið fyri lesi- og skriviveik ger eitt stórt arbeiði við at undirvísa lesi- og skriviveikum fólki, vaksnum og børnum, men tørvurin á at fáa hjálp er so stórur, at bara ein partur sleppur inn.
- Orðblindnalærararnir vilja heldur enn fegnir sleppa at undirvísa lesi- og skriviveikum. Teir vilja sleppa at brúka sína útbugving, og haraftat er tað eitt hugaligt arbeiði, tí børnini gerast ovurfegin, tá ið tey læra at lesa, og tey møta so hugagóð. Undirvísingin gevur úrslit, sigur Herálvur Jacobsen.
Undirvísingartilfarið er til.
Tá ið orðblind og lesiveik børn ikki fáa neyðugu undirvísingina, er tað næstan tað sama sum at nokta blindum at brúka brillur, sigur formaðurin.
- Vit skriva undir altjóða avtalur um, at øll hava rætt til undirvísing eftir førleika, men so hendir ikki meira.
Herálvur Jacobsen sigur, at uppskot teirra um at geva orðblindalærarunum samansett starv bara kann vera ein fyribilsloysn.
- Sjálvandi átti undirvísingin av lesi- og skriviveikum børnum at verið ein natúrligur partur av fólkaskúlanum, sigur Herálvur Jacobsen.