TREK MTB.fo liðið vann samlaða annaðplássið í Andalucia Bike Race 2016 fyri mix lið.
Hóast punktering á 4. teininum av Andalucia Bike Race 2016, eydnaðist tað føroyska parinum í TREK MTB.fo at berja seg fram á eitt triðja pláss í kappingini hendan dagin. Tað kravdi tó sítt, og sum dagin fyri, tá tey vunnu Buff kappingina fyri at vera skjótast á seinasta partinum av kappingini, noyddust tey at súkkla við rúkandi ferð oman og niðan tað, ið eftir var. Hetta eydnaðist so mikið væl, at tey komu á mál sum triðskjótasta liðið og einans mistu smáar 8 minuttir til fremsta liðið, og vardu samlaða annaðplássið í 6 daga kappingini.
Tað merktiskt tó á degi 5, har traðkið var tungt og undanbrekkurnar føldist tyngri enn nakrantíð fyrr. Starturin hendan dagin var sera sera harður, tá 15km skuldu koyrast eftir fløtum og tað ráddi um at sita við í rætta bólkinum. Parið valdi at royna at sita við, fyri at halda frástøðu til hini mix-liðini, men tá komið var til fyrstu longu klintringina niðan gjøgnum eina grótrúgvu, tá vóru kreftirnar mest sum farnar undan. Helgi Winther Olsen greiðir soleiðis frá.
- Tað var sum um onkur hevði stoypt mær betongskógvar og kroyst bremsurnar hjá mær fastar. Óansæð hvussu eg royndi at traðka, so spurdist ikki nógv burturúr. Eg sá fremsta mix-liðið fara undan, og eg beyt meg í varrarnar fyri at halda á at traðka, hóast tað mest føldist sum eg rørdi beinini runt í budingi.
Bara eitt var at gera, og tað var at leggja nýggjan taktikk. Fremsta liðið var farið undan, og tað gjørdist klárt, at tað var um at vera smartari enn hini liðini fyri at halda øðrum plássinum.
- Vit slakkaðu eitt sindur á og funnið stevið aftur. Eitt traðk fyri og annað eftir. Og tá vit so vóru komin um fyrstu klintringina og lógu millum hini mix-liðini, valdu vit at seta hart inn hvørjaferð vit komu fram móti eini undankoyring, fyri at sleppa fyrst inn á sporið og undan hinum. Vit vóru sterkasta liðið omaneftir og á teimum teknisku sporunum.
Soleiðis løgdu tey trýst á hini liðini og møddu tey gjøgnum teir báðar kappingardagarnar, ið vóru eftir. Tey lótu tey hava ánilsi av einum kjansi og høgdu so til, hvørja ferð ein møguleiki var fyri tí. Hetta troyttaði hini liðini meira enn TREK MTB.fo liðið, sum so við og við fekk meira orku aftur. Endin var, at TREK MTB.fo vann annaðplássið á bæði 5. og 6. umfari, og soleiðis gjørdist vinnari av øðrumplássinum í samlaðu kappingini av Andalucia Bike Race 2016, ein av heimsins størstu stage race kappingum í fjallasúkkling. Saman við samlaða triðjaplássinum og einum stage win sum parið vann í líknandi og líka høgt mettari 6 daga stage race kapping í Swiss Epic í oktobur 2015, hevur parið fingið eina framúr góða byrjan í sínum stage race royndum.
Tað eru Lisette Rosenbeck Christensen og Helgi Winther Olsen sum súkkla fyri TREK MTB.