Tá partrolararnir, Vestmenningur og Fram, fóru til fiskiskap fríggjakvøldið, vóru teir ikki komnir langan veg, fyrr enn Fram fekk trupulleikar. Um tað var orsøkin til trupulleikarnar, at skipini fóru fyrsta túrin undir nýggju eigarunum í Klaksvík eitt fríggjakvøld, sigur søgan einki um.
Men óhepnir vóru teir, partrolararnir, Vestmenningur og Fram, tá teir loystu fríggjakvøldið.
Skipini vóru ikki komin langt, tá Fram fekk trupulleikar. Vestmenningur sleipaði makkaran á Havnina, har brekið hjá Fram varð umvæld, so skipini kundu loysa aftur.
Men enn einaferð stakk sami trupulleiki seg uppaftur, og skipini noyddust aftur at bróta túrin av.
Keldur, sum Portalurin hevur tosað við, siga, at Fram hevur brotið róðurskipanina, og at eykalutir skulu koma úr Noregi.
Klokkan 21 í gjárkvøldið loystu skipini aftur til nýggjan túr.
Vestmenningur og Fram eru á gulllaksaveiði, og hetta er triði túrur hjá skipunum í hesi vertiðini, sum júst er byrjað.