Treiskni er mítt einasta vápn

Róðin Hentze hevur strítt seg á føtur aftur eftir heilabløðing

Fyri hálvum øðrum ári síðani fekk 49 ára gamli sumbingurin Róðin Hentze blóðtøpp og bløðing í heilan. Høgra síða varð lamin, og hann fekk ikki tosað. Hóast útlitini vóru vánalig, so hevur hann megnað at strítt seg úr koyristólinum.

 

- Hetta hevur kostað mær nógv tár. Men eg havi sett mær fyri, at mín partur skal ikki liggja eftir. Eg haldi sjálvur, at eg eri komin øgiliga langt, og eg veit ikki, um eg klári at koma longri. Men eg ætli mær at vita, hvussu langt eg kann koma, sigur treiski sumbingurin.

 

Les alla samrøðuna við Róðin Hentze í VikuskiftisSosialinum.