Atlantic-Airwyas Kappingin
Landskappingin í manshondbólti endaði um vikuskiftið, tá VÍF fekk handað gullmerkini. Tí spurninginum høvdu vestmenningar annars longu svarað fyri tveimum vikum síðani, men umførini skuldu tó spælast, og hjá vestmenningunum eydnaðist eisini at seta eitt virðiligt punktum, tá teir í seinasta dystinum bastu StÍF, sum annars hevur verið eitt slag av ræðslu-mótstøðuliði hjá VÍF seinnu árini.
Skal takast samanum kappingina, so slepst illa undan at staðfesta, at VÍF hevur verið besta liðið. Teir eru liðið, sum hevur flestu stigini, og bara tað í sjálvum sær er ein greið staðfesting av dygdini.
Men kanska meira enn hetta, so hava vestmenningarnir eisini verið teir treiskastu í vetur.Fleiri ferðir hava teir akkurát megna at koppa dystum til egnan fyrimun, og tá mótstøðuliðini hava snávað, hevur VÍF eisini megnað at gjørt sær dælt av hesum.
Eftir steypafinaluna sá annars ikki nakað serligt út hjá teimum gulu. Við einum Sámal Joensen, sum var hálvgum skaddur, einum Áka Olsen, sum í øllum førum var úti í nakrar vikur, og einum Inga Olsen, sum tóktist liðugur fyri árið, vórðu stór spurnartekin sett við, hvør nú skuldi taka við ábyrgdini á liðnum, men hetta vísti seg tó ikki sum nakar trupulleiki.
Kanska var týdningarmesti dysturin í so máta tann móti StÍF bara eina viku eftir steypaósigurin. »Við viljanum fremst« ljóðaði yvirskriftin her í blaðnum, og júst viljin var tað, sum eyðkendi VÍF bæði hendan og komandi dystirnar.
Kyndil kiksaði
Leingi var annars líkt til, at tað var Kyndil, sum var besta boðið upp á ett meistaraheiti. Verjandi meistararnir snávaðu onkra ferðina í grundspælinum, men í teimum báðum dystunum móti VÍF tóktist talan tó vera um klassamun.
Eftir steðgin brotnaði facadan tó. Tap fyri VÍF í hálvfinaluni í steypakappingini tóktist taka sera fast, og lagið mundi ikki gerast betri, eftir at liðskiparin, Hans Áki Dal Christiansen í bløðunum fanst at taktisku stýringini í hálvfinaluni. Tað var kanska óheppið, at liðskiparin soleiðis úttalar seg, men samstundis ber til at staðfesta, at teir í Kyndli ikki lurtaðu eftir boðunum frá liðskiparanum. Hann staðfesti nevnliga, at nú ráddi um at stríðast í felag, heldur enn at leita eftir syndabukkum, men ístaðin varð Hans Áki sjálvur gjørdur til eitt slag av syndabukki. Og í øllum føurm kann staðfestast, at tað kostaði Kyndli dýrt, at teir ikki heldur valdu at stríðast sum ein maður. Og so hjálpti tað ikki so nógv, at teir í næst seinasta dystinum hølvaðu nakrar troyttar vestmenningar av. Meistaraheitið var avgjørt, og so kundu teir gulu loyva sær at vera eitt sindur merktir av gull- og føðingardagsveitsluni, sum hevði verið í Vestmanna.
Stinnir strandingar
At StÍF skuldi vinna bronsuna, hevði neyvan nakar gitt eftir fyrstu umførini av landskappingini. Leingi var liðið í botninum av talvuni, og eitt skifti varð eisini tosað um kreppu á liðnum. Partvíst hevði liðið helst trupulleikar av, at fótbólturin er farin at fylla so nógv har um leiðir, og partvíst skuldi liðið eisini umskipast nakað, nú eingin útlendingar var á vøllinum.
Tað byrjaði tó spakuliga at ganga framá, og tá Marian Cirloganescu so aftur var tøkur, kom av álvara ferð á stigainnsavnanina. Í endaspælinum høvdu teir eisini eina úrtøku, sum var væl betri enn tann hjá Kyndli, men vánaliga grundspælið hevði tó við sær, at hetta ikki rakk til silvurmerkini.
Men enn ein steypasigur og - hóast alt - bronsa í landskappingini man vera so væl og virðiliga góðtikið á vestara arminum av Skálafjørðinum. Aldursbýtið á liðnum sær eisini heilt skilagott út, og verður fólkið bara nøkunlunda tað sama komandi árini, so er eingin sum helst orsøk at halda, at StÍF fer at slaka nakað komandi nógvu árini.
Av teimum trimum liðunum, sum endaðu uttan fyri heiðursmerkjarøðina, munnu tað serliga vera teir í Neistanum, sum yvir høvur ikki kunnu vera nøgdir um árið.
Byrjanin var alt annað enn góð, og tó at tað tóktist hjálpa, tá Damir Oros bara fór at hugsa um spælið sum spælari - og ikki venjari - so var talan um alt ov óstøðugt spæl. Eisini hóast liðið telir fleiri profilar, sum hoyra til oddin av føroyskum manshondbólti.
Í grundspælinum vóru hoyvíkingar ógvuliga stinnir, og eitt skifti vóru teir eisini á odda í landskappingini. Tá varð tosað um, at hoyvíkingar helst vóru betri fyri enn hini liðini kropsliga. Og skal metast eftir seinastu 10-15 dystunum, so var tað kanska eisini bara hetta, sum var munurin. Tí hoyvíkingarnir punkteraðu fullkomuliga, tá hini liðini eisini komu í fullgóða venjing.
Tí rakk liðið ongantíð heiðursmerkjunum, sum ætlanin annars var um, men í løtum fingu teir tó prógvað, at talan er um fleiri evnaríkar spælarar, sum við tíðini kunnu røkka longur.
Og so vóru tað kollfirðingarnir. Hetta merkisvera liðið, sum eingin roknaði nakað sum helst av undan kappingini. Longu í fyrsta dystinum góvu teir tó prógv um, at teir ikki skuldu gerast ov lættir at dansa við, tá teir bastu meistarunum úr Kyndli. Og hetta var langt ífrá einasta ferðin, at teir tóku fólk á bóli. Við einum stríðsvilja, sum øll onnur kundu lært nógv av, var eingin uppgáva ov møtumikil hjá kollfirðingunum. Hartil tóktust teir nú eisini hava bast gamla kompleksinum, har teir altíð mistu avgerandi fet seinastu løtuna.
Tað rakk ikki til heiðursmerki í ár, men vórðu heiðursmerki latin fyri hugburðin hjá leikarunum, so er einki at ivast í, at kollfirðingar høvdu eitt trygt gullmerki.