Treiskni

Meira enn ein betra heilsustøða var tað kansak treiskni, sum gjørdi at Áki Olsen segði seg vera føran fyri at spæla í dystinum sunnudagin

Landsdystir


Meðan Áki Olsen royndi at køla eyma fótliðið við einum ísposa eftir dystin, spurdu vit hann, hvørt tað var treiskni, sum viðførdi, at hann segði seg vera kláran til dystin, ella um fótliðið veruliga var batnað somikið nógv teir báðar dagarnar.

- Partvíst var tað treiskni, men eg haldi nú ikki, at pínan var so ring kortini, svarar yngri Olsen beiggin.

Spurdur um tað eisini var avrátt frammanundan, at hann ikki skuldi spæla so nógv, segði Áki, at tað var tað ikki.

- Vit høvdu einki avtalað í so máta undan dystinum, men hinvegin hevði eg ikki luttikið so nógv í venjingini, so eg kendi kanska heldur ikki taktikkin hjá okkum nóg væl. Tí hevði eg kanska heldur ikki roknað við, at eg fór at verða nýttur serliga nógv.


Ikki verri

Um litið verður frameftir, so er einki at ivast í, at Áki fegin vil vera við til komandi dystirnar, og útlitini fyri hesum tykjast eisini at vera hampuliga góð.

- Tá tað ræður um fótin, so haldi eg ikki, at eg eri verri fyri nú, enn eg var undan dystinum. Komandi dagarnar fái eg ætlandi viðgerð hvønn dag, og so er bara at vóna, at hendan fer at hjálpa til í so máta.


Royndirnar koma

Um dystin sunnudagin helt Áki, at stóri trupulleikin hjá føroyingum var, at okkara menn skutu ov fá mál.

- Hasin málverjin tók í øllum førum meira hesaferð, enn tá hann var í Vestmanna seinast, sigur áki, og sipar til dystirnar, sum VÍF spældi móti Dynamo Bucharest fyri hálvum fjórða ári síðani.

- Hinvegin riggaði verjan væl. 27 mál er ikki nakað stórt tal, so tað kunnu vit bara vera nøgdir um. Eisini at málverjin stendur væl.

- Møguleikarnir til fleiri mál høvdu vit so, tí vit vóru fleiri ferð leysir, men tað restar so tað seinasta. Hetta er heilt sikkurt nakað, sum fer at koma við vaksandi royndum.

- Eitt nú síggja vit, at vit ikki megna at skora av vengrunum, og tað brúka teir eisini at lokka okkum við, tá vit hava yvirtal. Tað er so nakað, sum má koma við royndunum, og spurningurin er helst eisini, hvat mann kann krevja av fyrstu dystunum.