Treiskir vágbingar

Tað sá leingi út til, at LÍF skuldi fara at fáa fyrsta sigurin á árinum, tá teir leygardagin høvdu vitjan av VB.
Ikki minst mundi støðan kennast hugalig hjá heimaliðnum, tá teir í steðginum vóru framman fyri við tveimum málum, men vágbingar høvdu tó ikki hug at geva seg.
Og tað skuldi eisini vísa seg, at tað kann loysa seg at treiskast, tí vágbingar megnaðu at bjarga sær annað stigið úr Leirvík. Fyrst minkaði Mikael í Lágabø um munin, og síðani var tað Sigmundur Mikkelsen, sum skoraði til 2-2.
Talan var um fyrsta stigið hjá báðum pørtunum.

LÍF-VB 2-2 (2-0):
1-0: Sølvi Vatnhamar
2-0: Magni Høgnesen
2-1: Mikael í Lágabø, br
2-2: Sigmundur Mikkelse