Treiskar neistakvinnur

VÍF lá til at vinna uppgerðina at kalla allan dystin, men seinastu løtuna var tó um reppið, at Neistin streyk avstað við øllum

Hondbóltur

Eftir nøkur ár, har liðið hevur verið óvanliga langt frá føroyska hondbóltsoddinum, tykist Neistin í ár hava ætlanir um at leggja seg út í oddastríðið.
Nýggju tíðirnar í føroyskum hondbólti, har útlendingar seta sín avgjørda dám á liðini, hava fyri tað nógva viðført, at Neistin er vorðin eftirbátur, men í ár er Neistin komin við í hesum leikinum. Men eitt er tó framvegis við tað gamla. Fremsta vápnið hjá liðnum var í nógv ár ein framúr stríðsvilji, og hetta tykist eisini vera lykilin, sum í ár skal læsa portrið til heiðursmerkini upp.

Simona móti rest
Sunnudagin var tað VÍF, sum fekk smakkin av hesum, og tað ber illa til at siga annað, enn at vestmannakvinnurnar vóru ávaraðar um hetta frammanundan. Fyrra dystin millum liðini hevði VÍF heilt leingi eina trivaliga leiðslu, men seinastu minuttirnar máðaði Neistin av álvara burtur av hesari, soleiðis at tað var um reppið, at stig spurdust burturúr ta ferðina.
Soleiðis var eisini hesaferð, tó at leiðslan hjá VÍF ikki gjørdist so heilt trivalig. Men longu um miðjan fyrra hálvleik tóktist tað tó ganga tann vegin, at stigini skuldu fara úr høvuðsstaðnum.
Verjan hjá VÍF fekk at kalla fatur á øllum tí, sum Neistin royndi seg við, og tó at gestirnir kanska ikki spældu sum meistarar, so megnaðu tær við einstaklingaavrikum frá serliga Ioanu og Sóley at skjóta neyðugu málini. Einasti leikarin, sum VÍF ikki fekk fatur á, var Simona Dziugyte, sum hesaferð hevði ein av sínum heilt góðu døgum. At skotini frá henni munnu teljast millum tey allar harðastu í kvinnudeildini, er so avgjørt eingin loyna, og tá hon so eisini megnar at fáa hesi bæði uppum og framvið verjugarðinum hjá mótstøðuni, so gerst tað ofta trupult hjá mótstøðuni.
Hvønn týdning hetta hevði fyri Neistan, framgongur einabest av at taka eitt skjótt yvirlit oman eftir dómaraseðlinum. Frá 10. til 45. minutt fekk Neistin 16 mál, og av hesum átti litaviski stórskjúttin ikki færrri enn 12!

Mundi koppað heilt
Um hetta mundið gjørdist knappliga eisini greitt hjá VÍF, at tað kanska fór at verða nóg mikið hjá Neistanum við hesum einmansherinum. Bláa verjan kom sum frá leið alt betri við í dystin, og tað gjørdist truplari og truplari hjá VÍF at skora.
Fyri at steðga mótstøðuni í at skora, valdu venjararnir tí at fara undir mansverju av Simonu, men heldur ikki hetta tóktist hava tí heilt stóru ávirkanina. Um tað var tilætlað, ella um plássið nú bara gjørdist tað betri, skal ikki sigast, men brádliga fóru aðrar á heimaliðnum nú at gera um seg. Neistin hekk alla tíðina fast í VÍF, men tá ein annars væl leikandi Lina Andriulyte fekk tveir fingrar, og VÍF eftirfylgjandi skoraði tvær ferðir, tóktist slagið tapt.
Men enn einaferð vendist gongdin. 3XSimona í tríggjar minuttir sendu brádliga Neistan á odda, og tá VÍF javnaði við góðum 10 sekundum eftir, kundi talan gerast um eitt seinasta álop. Her sýndi Ioana tó stóra rutinu við alt fyri eitt at steðga neistaálopinum, soleiði at talan at enda gjørdist um tríggja metra kast, og framman fyri einum væl vaksnum verjugarði megnaði sjálvt ikki Simona Dziugyte at senda hetta í meskarnar.

Bæði vunnu
Og sum so kunnu báðir partar vera heilt væl nøgdir um javnleikin. Hvørgin teirra hevði nakran javnleik á kontini undan dystinum, og halda tey seg burtur frá nøkrum endurtøkum, so gevur dysturin fult, tá stigini verða býtt í helvt.
Fyri Neistan merkir hetta, at liðið framvegis heldur fast í oddinum, har tær nú eru fýra stig aftan fyri tey fremstu. Ein munur, sum tó ikki merkir meira enn ein einstakur dystur í endaspælinum.
Fyri VÍF sigur talvan, at tær nú eru ájavnar Stjørnuni í stigum, og tað vil so aftur siga, at tær enn hava allar møguleikar at enda ovast. Her verður tó nógv avgjørt teir báðar komandi dystirnar. Báðir verða teir á heimavølli, og eru tað ávíkavist Stjørnan og VB, sum tá vitja í Vestmanna.

Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 26-26 (11-15)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dziugyte 16(5), Lív Sørensen 3, Marjun Tróndarson 3, Lina Andriulyte 2, Unn Kragesteen 1
VÍF: Ioana Rápa 9(2), Sóley Mikkelsen 8(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Fríða Marjunardóttir 2, Irina Radovici 2, Jacklin Durhuus 1
Brotskøst: Neistin 5, VÍF 3
Útvísingar: Neistin 3, VÍF 7
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trygvi Mortensen. Ikki altíð líka sannførandi.