Málturkurin hjá Liverpool er nú vorðin so álvarsamur, at venjarin hevur mist tolið við sínum álopsleikarum. Benitez ásannar, at ein radikal broyting er neyðug, um liðið skal standa seg í heimligu og evropeisku kappingini.
- Um áleypararnir ikki skjótt fara at skjóta nøkur mál, verði eg noyddur at hyggja eftir øðrum loysnum, sigur Benitez, ið fegin vil hava ein áleypara, ið kann skjóta eini 15-20 mál hvørt kappingarár.
Tað er eingin loyna, at áleypararnir hjá Liverpool hava torført við at finna netmeskarnar. Teir fýra áleypararnir (Crouch, Morientes, Cissé og Fowler) hava bert skotið EITT mál í hesum árinum. Tað er ikki beinleiðis eitt álop, ið fær verjuleikarar at rista í brókunum.
Ovast á ynskilistanum hjá Benitez stendur David Villa, ið spælir við Valencia. Síðani hevur Benitez óivað eyguni við Fernando Torres hjá Atletico Madrid. Michael Owen er eisini ein leikari, ið ofta verður settur í samband við Liverpool, men Newcastle fer neyvan at lata áleyparan fara lættliga.