Treingist á fólkaflokslista

Fólkaflokkurin í Havn hev­ur nú styrkt um listan, við at fáa fyrr­ver­andi løgtingsmannin hjá Sam­bands­flokk­i­num og lands­stýr­is­mann hjá Fólk­a­flokk­i­num, Finn­boga Arge, á list­an.

Frammanudan hev­ur Fólk­a­flokkurin tryggjað sær bý­ráðs­lim­in hjá Tjóð­veld­i­num, Boga Andreasen.

Alt hetta er við til at styrkja Fólkaflokkin í Tórs­havn­ar býráð. Flokkurin, sum fyrr var tann sterki í Havn, men sum hevur mist hesa pos­i­sjón og er farin aftur um bæði Javn­að­ar­flokk­in og Tjóð­veldi.

Sterku menninir á fólka­floks­list­a­num eru Sjúrð­ur Ol­sen við 410 at­kvøð­um sein­ast, Jan Christianasen við 374 at­kvøð­um og Vagn­ur Jo­hann­e­sen við 286.

Fólkaflokkurin fekk 22 pro­sent av atkvøðunum við sein­asta býráðasval. Tað eru næst­an fimm prosent fleiri, enn flokk­ur­in fekk á løg­tings­­val­i­num í fjør, og tí kann flokk­urin helst seta nøsina fram ímóti einum úrs­liti, sum gev­ur nøk­u­lunda tað sama sum seinast. Og um so verð­ur, so verður bara pláss til tríggj­ar mans á list­a­num – so er spurn­ing­ur­in, um tað verða tjóð­veld­is- ella sam­bands­ál­bog­­ar, ið megna at kveistra fólk­a­floks­menn­i­nar til viks. Jan Christ­ian­sen hevur 28 ár á baki í bý­ráð­num, Sjúrður Olsen hev­ur 12 ár á baki, og Vagnur Jo­hann­e­sen hevur eitt valskeið á baki í Tórs­havn­ar býráð.