Norðmaðurin Arne Treholt, sum sat í fongsli í mong ár fyri at hava njósnast fyri Sovjetsamveldið, roynir seg nú sum fíggingarmann í Russlandi.
Við Nettavisen sigur Treholt, at hann stendur á odda fyri einum fíggingargrunni, sum hevur góðar tvær milliardir krónur at ráða yvir. Sambært Treholt hevur tað gingið væl, síðani felagið fór til verka fyri tveimum árum síðani. Avkastið í 2004 var heili 80 prosent, sigur hann.
Arne Treholt átti ein fjórðing av einum íløgufelag, sum var skrásett á Kýpros, men fyri nøkrum árum síðani seldi hann sín part. Síðani hevur hann havt sítt egna felag, sum hevur skrivstovur á Kýpros, í Edinburgh og í Moskva.









