Í Noregi hevur nevndin, sum hevur myndugleika til at taka dømd revsimál uppaftur, gjørt av at kanna, um grundarlag er fyri at taka málið ímóti Arne Treholt upp til nýggja viðgerð.
Arne Treholt varð í 1985 dømdur 20 ára fongsulsrevsing fyri at hava njósnast fyri Sovjetsamveldið og Irak.
Málið hevur fingið nógva umrøðu í seinastuni, tí nýggjar upplýsingar benda á, at norska fregnartænastan royndi at falsa próvtilfar ímóti Treholt.
-Skuldsetingarnar um próvfalsan eru sera álvarssamar. Ikki einans hvat viðvíkur hesum málinum, men eisini fyri norska rættarsamfelagið sum heild, sigur Helen Sæter, sum er formaður í teirri serligu nevndini, sum kann gera av, at revsimál skulu hava nýggja viðgerð.