Ólavsøkufótbóltur verður kortini í Gundadali, tó ikki á siðvandan hátt.
Í kvøld klokkan 20.45 lokala tíð í San Marino - klokkan 19.45 føroyska tíð - spælir B36 seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Europa Conference League á útivølli í Saravelle í San Marino. B36 vann fyrra dystin móti Tre Fiori við einum teprum 1-0 sigri.
Tað vera umleið 23-24 stig, men lukkutíð er sólsetur klokkan 20.38 í Sarravelle í San Marino, so vónandi vera teir í B36 ikki ov darvaðir av umstøðunum.
B36 bjóðar fólki í samstarvi við Televarpið møguleikan at síggja dystin á stórskíggja í B36-húsinum.
Dyrnar í B36-húsinum lata upp klokkan 19.