Annar dagurin á G! Festivalinum er byrjaður, og í kvøld kann høvuðsnavnið á festivalinum upplivast.
Fyrsta framførslan var kl. 16.00 í dag, og tónleikurin fer at ljóma til langt út á náttina.
Høvuðsnavnið á G! í ár er skotski bólkurin Travis, og teir fara á pall á Sandinum klokkan 22.00. Rockbólkurin Meshuggah spælir kl. 00.30. Petur Pólson verður eisini uppliva á stóra pallinum, hann spælir kl. 20.20 í kvøld.
Onnur nøvn, sum verða at hoyra á G! Festivalinum í kvøld, eru Budam, Høgni Lisberg, Picture Book, Swangah Dangah og Herr Gott.
Eisini avdúkar Amnesty International vinnararnar av sangkapping hjá felagsskapinum.