Ferðavinnuráðstevnan, Vest Norden Travel Mart, sum var í Føroyum í síðstu viku, hevur longu givið sítt fyrsta ítøkiliga úrslit.
- Vit hava longu fingið fyrstu bíleggingina. Hon var frá einum australskum túroperatøri sum boðar frá, at hann leggur leiðina umvegis Føroyar, tá hann skal til Íslands við einum australskum ferðaliði, ið telur 20 fólk, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflog.
Talan er her um eitt beinleðis úrslit av Vest Norden Travel Mart, sum var í Havn í døgunum 13. og 14. september.
- Hetta er ein ferðavinnustevna, sum hevur alstóran tydning fyri Føroyar. Vit finnast næstan ikki á einum heimskorti, og tí er tað so umráðandi, at hesir keypararnir koma hendan vegin og síggja, hvat vit hava at bjóða, sigur Jákup Sverri Kass.
Luttakarar a slíkum ráðstevnum arbeiða vanliga meira langsiktað, og tað er næstan óhoyrt, at úrslit spyrjast so skjótt burtur úr.
- Tá tú hevur verið við leingi í hesari bransjuni dugir tú at meta um, hvørt nakað kann spyrjast burtur úr, og tað sá gott út hesaferð, sigur Jákup Sverri Kass, sum eisini er formaður í Ferðavinnufelagnum.