Fyrst Trapputing ? síðani Løgting: Í kvøld klokkan 20 skipar Miðlahúsið fyri Trapputingi, har kjakast verður um orku og umhvørvi ORKA, UMHVØRVI OG FRAMTÍÐIN
- eru Føroyar partur av altjóða samfelagnum í hesum høpi?
Soleiðis ljóðar yvirskriftin á Trapputinginum, sum Miðlahúsið í Vágsbotni skipar fyri fríggjakvøldið.
Við pallborðið sita:
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi
Bogi Hansen, professari í havumhvørvi
Klæmint Weihe, stjóri í SEV
Jákup Sólstein, stjóri í Føroya Reiðarafelag
Bergmann Finnsson, Agenda21 ráðgevi.
Kjakið verður lagt soleiðis til rættis, at luttakararnir fáa 10 minuttir í part til framløgu, og síðani verður orðið frítt. Orðstýrari verður Uni Arge.
Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri og stigtakari til Trapputingið sigur:
- Nú Løgtingið fer at hava aðalorðaskifti um orku týsdagin, hildu vit tað vera upplagt, at taka hetta nógv umrødda og týðandi evnið upp á Trapputinginum. Hetta er eitt stórt mál, ið bæði snýr seg umhvørvið og framtíðina, og harvið eisini um lokal og global orku- og umhvørvismál.
Miðlahúsið hevur nú í skjótt tvey ár lagt seg eftir at vera karmur um orðaskifti um alskyns aktuell mál, sum eru uppi í tíðini. Bæði mál, sum hava verið ella fara at verða viðgjørd í Løgtinginum, men eisini annað, sum upptekur fólk og annars rørist í samfelagnum.
- Vón okkara er, at Trapputingið kann vera við til, at mál fáa eina so gjølla og rættvísa handfaring, sum til ber. Eitt nú undir viðgerðini og orðaskiftinum á Løgtingi, so vit á hendan hátt eru við til at geva okkara fólkavaldu eitt betri grundarlag at taka støðu út frá, sigur Jan Müller, sum leggur dent á, at bæði fakfólk og leikfólk sleppa til orðanna á Trapputinginum.
Øll eru vælkomin fríggjakvøldið og Miðlahúsið bjóðar kaffi og smákøkur.