Herfyri vóru samráðingarnar við donsku stjórnina um yvirtøkuna av Fólkakirkjuni lidnar. Men hvat vilja vit við Fólkakirkjuni, nú vit sjálv skulu umsita hana? Hetta verður evnið á Trapputinginum í Miðlahúsinum týskvøldið. Kirkjan hon er eitt gamalt hús. Soleiðis verður sungið sunnumorgnar í kirkjunum kring landið. Men hvat vilja vit við kirkjuni, nú danir hava givið okkum hana, og hon skal latast í føroyskan lógarbúna?
Hetta er evnið á Trapputinginum í Miðlahúsinum kl. 20 týskvøldið, sum Sosialurin skipar fyri.
Nógv hevur verið at hoyrt um ta ætlaðu yvirtøkuna av Fólkakirkjuni, men enn eru ikki øll lógaruppskotini liðug, hóast Løgtingið skjótt skal taka støðu til, um kirkjan skal yvirtakast á ólavsøku.
Á fundinum verður m.a viðgjørt, um hetta er nøktandi.
Ein annar spurningur, ið ætlanin er at umrøða á Trapputinginum, er, hví vit yvirhøvur skulu yvirtaka kirkjuna, tá sagt verður úr Mentamálaráðnum, at ætlanin er, at bygnaðurin skal broytast minst møguligt. Ber hetta til? Og er tann evangelisk-lutherska læran framvegis vard av donsku grundlógini eftir yvirtøkuni, ella verður hon framyvir bert staðfest við løgtingslóg, sum 17 tingfólk kunnu broyta frá einum degi til annan?
Er tað ein dygd, at so nógv fólk arbeiða sjálvboðin í kirkjuni, ella hevði góðskan á t.d. urguspæli og sálmasangi verið betri, um lønt fólk stóðu fyri hesum í øllum kirkjum í landinum?
Luttakarar á fundinum, ið fara at skifta orð um hesar spurningarnar, verða Annita á Fríðriksmørk, tjóðveldistingkvinna og limur í politiska fylgibólkinum, Jens Mortan Mortensen, formaður í Urguleikarafelagnum, og Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum og limur í kirkjuliga fylgibólkinum. Væntandi tekur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, eisini lut á fundinum. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.