Trapputing um eitt valdømi

Í kvøld kl. 20 skipar Miðlahúsið fyri Trapputingi, har spurningurin um eitt valdømi verður vendur og vigaður.

Trapputingið hesaferð verður skipað eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Eitt serfrøðingating, mannað av Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingi, og Halgir W. Poulsen, advokati leggur fyri, og koma eisini við viðmerkingum og spurningum. Síðan koma fólkavaldu umboðini fram,við hvør sínum stutta uppleggi

Fólkavaldu umboðini verða hesi: Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen, Annita á Fríðriksmørk, Marjus Dam og Óli Breckmann. Orðstýrari verður Bjørt Samuelsen, journalistur.