Pedagogfelagið á Trapputingi í Miðlahúsinum í kvøld. Trapputing verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni í kvøld. Fyrri parturin snýr seg um ?barna-, ungdóms-, familju og sosialpolitikk.? Seinni parturin snýr seg um námsfrøðiliga økið sum heild og tørvin á námsfrøðingum.
Við pallborðið eru umboð fyri allar politisku flokkarnar.
Trapputingið í Miðlahúsinum byrjar klokkan 1930 í kvøld og verður sent beinleiðis á Rás2.