Trappuhondbóltur aftur í dag

Klokkan 14 skulu Føroyar og Frakland spæla 1/8-finalu í HM fyri U21-landslið. 

 

Føroyar hava tikið tey flestu á bóli higartil í kappingini, men eingin ivi er um, at avbjóðingin í dag er størri enn nakrantíð áður, tá ein av stóru favorittunum at vinna kappingina, Frakland, er mótstøðulið.

 

Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki upp á Føroyar, men føroyska liðið vísti móti Týsklandi, at tað megnar at bíta frá sær, hóast mótstøðan er øgilig.

 

Skuldu føroysku dreingirnir framt bragdið og vunnið móti Fraklandi í dag, skulu teir spæla kvartfinalu í annaðkvøld, meðan teir, um teir tapa, skulu spæla um 15. plássið klokkan 14 í morgin.

 

Av Miðlahúsinum ynskja vit sjálvandi føroyska U21-liðnum bestu eydnu í dag, og vóna, at so nógv sum gjørligt nýta høvi at koma oman í Vágsbotn á trappuna at vísa sín stuðul.