Føroyingar, íslendingar og onnur fáa aftur møguleikan at fylgja við um vikuskiftið, tá fjórðingsfinalurnar verða spældar í EM. Televarpið boðar nevniliga í dag frá, at stórskíggin verður settur upp aftur frammanfyri trappuna í Vágsbotni, so at tveir dystir kunnu vísast.
Fyrri dysturin verður í annað kvøld, tá tveir av favorittunum, Italia og Týskland, møtast. Dysturin byrjar klokkan 20.
Tað er tó neyvan nøkur loyna, at føroyingar eru serliga spentir til dystin sunnukvøldið, tá grannatjóðin Ísland møta vertunum Frakland.
Stórur áhugi hevur verið fyri íslendska landsliðnum millum føroyingar, og myndir og sjónbond, har føroyingar fegnast um flottu úrslitini hjá Íslandi, er farin víða um. Um undirtøkan verður tann sama hesaferð sum til hinar dystirnar, so verður talan helst um eina fótbóltsuppliving av teimum heilt stóru, tá føroyingar og íslendingar saman fara at stuðla Íslandi á trappuni í Vágsbotni.
Frakland – Ísland byrjar klokkan 20 sunnukvøldið.